"It's Coming Home".
Tað var eyðkennislagi hjá Onglandi til EM-endaspælið á heimavølli í 1996 - almenna heitið var "Three Lions". Skemtararnir David Baddiel og Frank Skinner sungu sangin hjá The Lighting Seeds (Ian Broudie) um vónir men eisini brostnar enskar dreymar innan fótbóltin.
Eyðkendi sangurin
Tá var tað "30 years of hurt" eftir HM-gullið á heimavølli í 1966. EM í 1996 endaði fyri Ongland við, at Gareth Southgate misnýtti brotsspark í brotssparkskappingini í hálvfinaluni, og at týskarar fóru avstað við tí á Wembley: Fleiri brostnir dreymar.
Í endurútgávuni til HM 1998 er ljóðbrotið frá frásøgumanni beint undan brotssparkinum hjá núverandi landsliðsvenjaranum "Gareth Southgate, the whole of England is with you...oh, it's saved".
Í kvøld eru øll, ella íhvussu er heilt nær við tað, í fótbóltsonglandi við Southgate og hansara monnum. Teir hava fingið harðar atfinningar á vegnum, men nú stendur Ongland í aðru EM-finaluni á rað. Tað snýr seg um at fáa tað at ganga út, sum hevur verið slagorðið í Onglandi so ofta seinastu 28 árini "It's Coming Home - Football's coming home". Kvinnurnar fingu tað at eydnast í 2022 - nú skulu leyvurnar gera kvennleyvunum kynstrið eftir.
Spania kann seta met
Spaniólar vunnu longu aðru ferð, at EM-endaspæl varð hildið. Hetta var á heimavølli í 1964.
Síðani var oyðimarkargongdin long. Spania var í eina tíð kent sum eitt land, sum spældi góðan og álopskendan fótbólt og hevði nógvar gávaðara spælarar, men sum ikki megnaði at vinna. 44 ár eftir fyrsta EM-gullið brast fyri nev, tá Fernando Torres í finaluni móti Týsklandi í Wien setti bóltin í netið.
Luis Aragones megnaði at venda fordómunum um spanskan fótbólt og at laða grundina til yvirveldi. Vincent del Bosque tók við, og Spania - við einari rúgvu av dugnaligum spælarum - vann eisini HM í 2010 og EM í 2012. Tað vil siga trý stór endaspæl á rað. Hetta hevði eingin megnað áðrenn.
Í finaluni fyri 12 árum síðani vann Spania 4-0 á Italia. Í tveimum teimum seinastu EM-endaspølunum hevur júst Italia sent Spania út, HM-endaspølini hava ikki hilnast væl (úti móti Russlandi og Marokko eftir brotsspørk.
Í 2024 hevur Spania skorað 13 málið og vunnið allar sínar seks dystir. Liðið hjá Luis de la Fuente er eisini lítil favorittur at taka gullið í kvøld. Um so er verður Spania fyrsta landið, sum vinnur fýra evropameistaraheiti.
Sí eisini: Spania stendur sum favorittur í finaluni
EM-finalan
Í dag, sunnudagin 14. juli
20.00: Spania - Ongland (Berlin) - Sæst á KVF, DR1 og TV2.
Sí eisini: Neville og Rooney: Kane er tann størsti nakrantíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald