Spania ella Ongland?
Hendan spurningin seta nógv fótbóltsáhugaði í serliga Evropa í hesum døgum. Fyrr í vikuni spældu liðini seg í EM-finaluna 2024.
Spania hevur havt ein hvíldag eyka, og tað hava Gareth Southgate og teir í ensku leguni tosa eitt sindur um. Hjá onglendingum, har nógvir spælarar sum vera man hava havt eittt langt kappingarár, hevur tað snúð seg nógv um "restutión síðstu dagarnar"
Sí eisini: Southgate: - Eru byrjaðir at vísa eina betri útgavu av okkum sjálum
Ongland rakti langt frá sínum toppstigi fyrstu fýra dystirnar, og dreymamál frá Jude Bellingham bjargaði liðnum í yvirtíðini í áttandapartsfinalunum móti Slovakia. Síðani gjørdist tað betri, og Ongland vann sum heild uppiborið á Niðurlondum í hálvfinaluni.
Spania hevur vunnið allar sínar seks dystir í endaspælinum og bast londum sum Italia, Kroatia, Týsklandi og Fraklandi á vegnum. Tíðliga segði Luis de la Fuente, at einki lið í endaspælinum spældi betri enn sítt lið. Hetta hevur hann sum so rætt í: Spaniólar hava til tíðir bergtikið; um tað so eru Rodri og Fábian á sentrala miðvøllinum ella hvirluvindarnir Nico Williams og Lamine Yamal á vongplássunum.
Sí eisini: Yamal tók EM-metið
Útfrá gongdini higartil má Spania metast sum favorittur í finaluni. Tað er liðið, við 13 málum seinastu seks dystirnar, eisini hjá veddingarfyritøkunum. Hjá teimum flestu liggur spanskur sigur á umleið 2.50 í oddsi. Ongland liggur umleið eitt omanfyri - hjá nógvum er tað beint omanfyri 3.50, um liðið hjá Southgate vinnur eftir 90 minuttir.
Harvið ikki stórur favorittleiklutir og tað samsvarar væl við metingarnar um, at talan veðrur um heilt tætta finalu um EM-steypið í Berlin í morgin. Javnleikur er 2.80 er haráleið í miðal.
EM-finalan
Í morgin, sunnudagin 14. juli
20.00: Spania - Ongland (Berlin) - Sæst á KVF, DR1 og TV2.
Hetta er fimtu ferð, at Spania stendur í einari EM-finalu - hetta er 17. útgávan av evropeiska endaspælinum. Ongland var fyrstu ferð í finaluni fyri trimum árum síðani. Tað endaði við tapi. Spania eigur metið við trimum finalusigrum saman við Týsklandi.
Sí eisini: Neville og Rooney: Kane er tann størsti nakrantíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald