Fótbóltur

Neville og Rooney: Kane er tann størsti nakrantíð

Nógv í Onglandi halda, at liðformaðurin skal sita á bonkinum frá byrjan í finaluni. Gary Neville er púra ósamdur í hesum. - Hann er greiði leiðarin (....) kanska tíðin er har nú hjá Onglandi at sigra.

Jude Bellingham og Harry Kene í áttandapartsfinaluni móti Slovakia, sum Kane avgjørdi. Enski liðformaðurin hevur leikliga ikki verið á sínum vanligum stigi, og spurnartekin eru framvegis frammi dagin fyri finaluna móti Spania (Mynd: EPA)

Jude Bellingham og Harry Kene í áttandapartsfinaluni móti Slovakia, sum Kane avgjørdi. Enski liðformaðurin hevur leikliga ikki verið á sínum vanligum stigi, og spurnartekin eru framvegis frammi dagin fyri finaluna móti Spania (Mynd: EPA)

2024-07-13 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM-finalan nærkast í hvørjum, og í Onglandi og Spania er sum vera man stórur spenningur.

Í Spania tosa tey nógv um Lamine Yamal. Barcelona-vongurin skoraði eitt dreymamál í hálvfinaluni móti Fraklandi og gjørdist søguligur.

Sí eisini: Yamal tók EM-metið

Juan Mata vann EM og HM. Álopskendi spanski miðvallarin spældi í Onglandi leingi, og fyri hann er hetta dreymafinalan. Tað sigur Mata í dag við Sky Sports. Hann fegnast um góða spanska spælið og teir seks uppibornu sigrarnir higartil, men fryntligi spaniólin staðfestir, at ein finala er nakað annað.

Sambært Mata hevur enska liðið nýtt trýstið og mongu atfinningarnar væl - til at spæla seg í finaluna. Har verður Jude Bellingham úr Real Madrid ein hóttan fyri spaniólar, sum tó hava Lamine Yamal. Hann fyllur 17 ár í dag, og fyrrverandi Chelsea og Manchester United-spælarin hevur ongantíð sæð nakað líknandi: Ein spælara so høgum stigi í so ungum aldri.

Sí samrøðuna her

[object Object]
Lamine Yamal (nr.19) kundi stórfegnast eftir vakra málið og 2-1 sigurin í hálvfinaluni móti Fraklandi týskvøldið (Mynd: EPA)

Í Onglandi tosa tey eisini um Yamal og styrkina hjá spaniólum sum heild. Tó snýr tað seg meira um sítt egna.

Eitt heitt kjakevni er Harry Kane. Áður í kappingini hevur tað verið miðvøllurin, hvat man ger við vinstra bakkinum, men er tað áleypari. Liðformaðurin og maðurin við flest málum hjá Onglandi nakrantíð er veruliga komin undir luppin. 

Hann skoraði eitt brotsspark í hálvfinaluni og er ein av janvnsettu EM-toppskjúttunum við trimum málum, men hann varð eisini skiftur út móti Niðurlongum, og avrikini hjá Kane hava ikki staðið í mát við undanfarnu kappingarár. Hann gevur ov lítið í spælinum, og aðrir hava meira í løtuni er dómurin hjá fleiri viðmerkjarum og nógvum fjepparum. 

Ein av heilt kendu viðmerkjarunum er fyrrverandi Ongland spælarin og hjálparvenjarin Gary Neville. Hann er ikki í iva.

- Gareth Southgate fer ikki at seta Harry Kane á bonkin. Eg veit, at fólk halda, at vit eru betri uttan hann, men tað hevði ikki sent eitt gott signal til hópin. Tað er greitt, at Kane er leiðarin, og Southgate lítur fult og heilt á hann. Hann hevur skorað so nógv mál - eisini í knock-out dystum. Ivan Toney og Ollie Watkins eru frálíkir og hava gjørt stóran mun, tá teir eru komnir inn av bonkinum. Teir kunnu eisini gera hol í sjógvin í einum dysti, tá tað ikki gongd so væl hjá Onglandi.

[object Object]
Oliie Watkins kom inn fyri Kane í 77. minutti í hálvfinaluni og avgjørdi hana við góðum áleyparamáli í yvirtíðini (Mynd: EPA)

Gary Neville sigur eisini við Sky Sports, at við háttinum sum Ongland hevur avgjørt seinastu tríggjar dystirnar uppá, kennist tað eitt sindur sum um, at tað er "skrivað í stjørnurnar", at Ongland hesaferð fær steypið. - Kanska tíðin er har nú.

Neville heldur, at spanska liðið hevur víst stóra styrki og røttu javnvágina á liðnum. Ongland fer tó at spæla við tí, sum hann, og millum annað Wayne Rooney eisini, skýrir sum "tann størsta nakrantíð hjá Onglandi"

- Áðrenn EM segði Wayne Rooney í samrøðu, at Harry Kane er tann størsti spælarin í søguni hjá Onglandi. Hetta er ein stór útmelding frá einum, sum sjálvur hevur roynt so nógv fyri Ongland, og eg fái ikki heilt verið ósamdur við honum. Kane hevur sjálvandi ikki verið á sínum besta í EM og sær eisini út til at hava ein smáskaða, sigur Gary Neville við Sky Sports.

[object Object]
- Tað er greitt, at Harry Kane er leiðarin, og tað hevði sent eitt skeivt signal til restina av hópinum at avloysa hann nú, sigur Gary Neville (Mynd: EPA)

EM-finalan
Sunnudagin 14. juli
20.00: Spania - Ongland (Berlin)  - Sæst á KVF, DR1 og TV2.

Les eisini: Soutchgate: Eru byrjaðir at vísa eina betri útgavu av okkum sjálvum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder