Fótbóltur

Fullsett til annað umfar í Champions League

Umleið 1.300 fólk fara at fylgja dystinum millum KÍ og BK Häcken beinleiðis við Djúpumýrar. Útselt varð eftir undir eitt samdøgur.

Fyrsta bríksl mikukvøldið verður klokkan 19.45 (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta bríksl mikukvøldið verður klokkan 19.45 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-22 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið sannur KÍ-rómur í Norðoyggjum eftir stórsligna úrslitið í Budapest, og eftirspurningurin eftir atgongumerkjum til komandi umfar hevur verið stórur.

Hetta staðfestir KÍ á heimasíðu sínari seinnapartin, í samband við at boðað verður frá, at útselt er til dystin KÍ - BK Häcken mikukvøldið.

Tey 1.300 atgongumerkini hava gingið sum heitt breyð, og vit gleðast tó um stóra áhugan, skrivar KÍ. Lagt verður tó afturat, at enn er pláss fyri fólkið við rørslutarn - tey kunnu kontakta Róa Clementsen á [email protected]

Nøkur av atgongumerkinum vóru oyramerkt áðrenn - til stuðlar o.ø - men sannast má, at síðani sølan byrjaði klokkan 18 í gjár, er nógv selt, og teir í bláum og hvítum fáa nógvan stuðul mikukvøldið. Til heimadystin móti Ferencvárosi vóru beint omanfyri 1.100 fólk.

Dysturin við Djúpumýru í øðrum umfari í Champions League er millum føroyameistararnar og teir svensku meistararnar. Fyrsta bríksl har verður klokkan 19.45, mikukvøldið 26. juli. Portalurin verður til staðar, og hava vit eisini ymiskt tilfar upp til dystin.

Si eisini: 
Jákup B. Andreasen: - Síðsta samdøgrið hevur verið løgið og kensluborið - nú síggja vit fram til heimadystin móti Hacken

Video: - Stórfingin móttøka av KÍ við Borðoyavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder