Fótbóltur

Tær 32 milliónirnar eru serliga settar av til Tórsvøll

Talan er ikki eitt nýtt ella óvæntað útgjald, sum FSF fekk í gjárkvøldið - tað er bert framskundað, greiðir forsetin frá. Hann sigur við Portalin, at hann hevur gjørt eina roynd at skaffa føroysku feløgunum eyka pening gjøgnum forskot av framtíðarútgjøldum frá UEFA.

Langsíðan á heysti í fjør. Peningurin úr HatTrick grunninum, ið er komin framskundað, skal nýtast til Tórsvølli

Langsíðan á heysti í fjør. Peningurin úr HatTrick grunninum, ið er komin framskundað, skal nýtast til Tórsvølli

2020-04-28 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið boðaði UEFA frá, at øll síni limalond fóru at fáa 32 milliónir krónur útgoldnar orsakað av avjóðingunum, ið koronakreppan hevur givið fótbóltinum.

Les eisini: 32 milliónir úr UEFA til føroyskan fótbólt

Beinanvegin varð á Facebook og aðrastaðni byrjað at kjakast um, hvussu FSF fór at býta peningin til føroysku feløgini o.s.fr.

Soleiðis verður tó ikki. Bolt.fo skrivaði fyrr í dag, at talan er um pening, ið longu er settir av til verkætlanir.

Forsetin í FSF greiðir Portalinum soleiðis frá:

- Hetta eru ikki nýggir pengar, og talan er heldur ikki um nakra eykajáttan til FSF. Ein stórur partur kemur tó fyrr enn væntað, og við leysari teymum í mun til hvussu peningurin kann nýtast.

Hetta seinna merkir tó ikki, at føroyskur fótbóltur burtur úr hesum fær eina innspræning – peningurin ið FSF fær útgoldið er longu settur av á verandi fíggjarætlan hjá Fótbóltssambandinum:

- Talan er um peningin frá grunninum HatTrick 4, ið skuldi rinda okkum 4,3 milliónir evrur (32 milliónir) yvir fýra ár, sum nú verður útgoldin. Vit høvdu roknað við hesin peninginum í okkara ætlan fyri komandi árini – tó at hann kom yvir longri tíð. Hann er longu settur av til ymiskar íløgur og infrastruktur, sigur Christian Andreasen.

[object Object]
Christian Andreasen sigur, at arbeitt verður framvegis við at útvega stuðul til føroysku feløgini. Tær 32 milliónirnar úr HatTrick-grunninum eru ikki ætlaðar til tað (Mynd: Sverri Egholm)

Íslendska fótbóltssambandið hevur í dag givið eina líknandi útsøgn um peningin, sum UEFA gav endalig boð um i gjár.

Fótbóltssambond kunnu fáa pening úr grunninum, um tey uppfylla ymisk krøv og røkja ymsar altjóða uppgávur, so sum døming, og tey skulu nýta hann til ávís viðurskifti. Í fjør fekk Fótbóltssamband Føroya 12,4 milliónir úr HatTrick grunninum.

Tórsvøllur tryggjaður

FSF er í gongd við at útbyggja Tórsvøll. Talan er um eina langa og kostnaðarmikla ætlan. Tí kemur tað væl við hjá Fótbóltssambandinum at fáa tryggjað, at hesin peningurin kemur:

- Tað jaliga er, at vit høvdu óttast eitt sindur fyri avleiðingunum av korona í hesum sambandi, tí inntøkurnar hjá Hatrick koma fyrst og fremst frá EM-endapsælinum, ið jú er útsett til komandi ár. Hvussu so verður við Hat Trick 5, vita vit ikki heilt enn, men nú hava vit so fingið tryggjað hendan peningin. Tá vit hava ein byggisáttmála fyri 150 milliónir krónur fyri Tórsvøll, er tað sera umráðandi at hava tryggjaðan pening, sigur Christian Andreasen.

Verandi byggistig av Tórsvølli, ið er langsíðan har gamla FSF-húsið stóð, skal eftir ætlan verða liðugt í februar 2021, og av álvara verða tikið í nýtslu til EM-endapælið hjá U17-gentum um eitt ár.

Royndi at fáa pening til feløgini

- Um Tórsvøllur ikki hevði verið í gerð, so hevði støðan verið øðrvísi, men tíverri hava vit ikki møguleika at rinda henda pening til feløgini.

Tað sigur Christian Andreasen við Portalin. Hann vísur til, at peningurin úr HatTrick 4 grunninum er settir av fyri einari tíð síðani. Tó hevur forsetin gjørt eina roynt at fingið eitt forskot frá UEFA – hetta fyri at hjálpa feløgunum:

- Í summum førum tá vit hava gjørt íløgur, hava vit fingið forskot. Í hesum førinum havi eg sent fyrispurning til UEFA, um vit kundu fáa eitt forskot av peninginum, sum eftir ætlan skal koma úr næstu HatTrick-ætlanini, og sum vit so kundu býta út til feløgini sum hjálp í verandi støðu. Vit fingu tó noktandi svar frá UEFA. Vit arbeiða tó framvegis við at kanna møguleikarnar fyri fíggjarligum stuðli til føroysku feløgini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder