Føroyar fingu harða mótstøðu á talvolympiaduni í Ungarn í gjár. Vit telvaðu móti Slovenia, sum á sínum fremru borðum hevur tveir sterkar russiskar stórmeistarar, ið eru flýddir undan Putin.
Men í veruleikanum var tað har – á fremru borðunum – at dysturin stóð. Á aftaru borðunum formáddu vit okkum minni. Rógvi og John komu báðir í ókyrran sjógv, og tíðliga sást, at tap var í hendi hjá teimum.
Helgi hevði aftur eitt gott talv á fyrsta borði. Í avgerandi stundini, tá ið tíðin var knøpp hjá báðum, og støðan ógvuliga spent og dynamisk, kundi Helgi vunnið sær fyrimunin og spælt fyri sigrinum, men hann himpraðist, tá ið á stóð, og tað bøtti hann fyri stutt eftir.
Høgni stríddist meginpartin av talvinum við rygginum móti múrinum – aftur við svarta fólkinum (fyri fimtu ferð í seks dystum). At skula verja seg við heldur lakari støðu móti so sterkum telvara, krevur sín mann. Tú verður trýstur í botn á øllum parametrum.
Talvið vardi heilar 146 leikir (tá hava báðir flutt 146 ferðir). Og tá høvdu teir sitið ikki færri enn átta tímar. Russiski stórmeistarin góðtók ikki remis fyrr enn bara kongarnir stóðu eftir á borðinum. Tá var eingin annar telvari eftir í øllum salinum. Ein frálíkt avrik hjá Høgna. Likamliga orkan, ið hann hevur sum royndur ítróttarmaður, mundi koma honum væl við hesaferð.
Føroyar (66) - Slovenia (26) ½ - 3½
GM Helgi Dam Ziska (2553) - GM Vladimir Fedoseev (2692) 0-1
Høgni Egilstoft Nielsen (2379) - GM Anton Demchenko (2597) ½-½
Rógvi Egilstoft (2278) - GM Matej Sebenik (2515) 0-1
IM John Rødgaard (2273) - Matic Lavrencic (2360) 0-1
Føroyar eru nú nummar 78 í røðini av teimum 187 londunum í kappingini.
India hevur nú sum einasta land fult stigatal. Favorittarnir USA tykjast heldur ikki at vera nóg skarpir hesaferð. Sunnudagin taptu fyri fyri Ukraina og í gjár fingu teir einans javnleik móti Rumenia, sum Føroyar eisini fingu tvey remis ímóti.
Í dag er frídagur í Budapest – einasti hvílidagurin í kappingini. Mikudagin setast teir aftur við borðini í stóru leikhøllini, og so verður telvað dag um dag til liðugt er sunnudagin.
Í sjeynda umfari í morgin telva Føroyar móti Suðurkorea. Tað verður fyrsti talvlandsdysturin landanna millum. Roknast kann við einum jøvnum dysti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald