Annað

Talv: Trongt í toppinum

Fleiri av bestu telvarunum hjá Havnini og Sandavági hava ikki verið tøkir til tey bæði fyrstu umførini. Hetta hevur givið klaksvíkingum gylt høvi til at leggja seg út í kappingina.

2024-10-31 07:31 Author image
Innsent
placeholder

Stutt er millum havnarmenn, vágamenn og klaksvíkingar eftir fyrstu tvey umførini í landskappingini í talvi. Bara eitt hálvt stig skilir tey trý oddaliðini.

Dystirnir í øðrum umfari vóru sunnudagin.

Toppliðini hava verið eitt sindur skerd higartil. Á havnarliðnum sæst einki til Helga Dam Ziska, Martin Poulsen ella Olaf Berg, og sunnudagin vóru hvørki Carl Eli Samuelsen ella Sjúrður Thorsteinsson  við. Hjá Sandavági er saknur í Rógva Egilstoft, sum í løtuni búleikast í Spania.

Hesin gjósturin hevur givið klaksvíkingum eitt gylt høvi til at leggja seg út í kappingina við hini bæði sigursvandu feløgini.

Kollfirðingar, sum eru nýggir í 1 deild, hava bitið frá sær. Unglingin á fjórða borði, Markus Jacobsen, hevur tikið øll á bóli. Í fyrsta umfari vann hann á Torkil Nielsen, nú syfti hann eisini Terja Petersen.  

1 deild (2. umfar)

Sandavágur - Havnin (B)  3½-½

Høgni Egilstoft Nielsen - Margar Berg 1-0
Silas Eyðsteinsson - Suni Merkistein ½-½
Jón í Horni Nielsen - Óli Joensen 1-0
Torkil Nielsen - Poul Poulsen 1-0

Klaksvík (B) - Havnin (A) 1½-

Finnbjørn Vang - Luitjen Akselsson Apol 0-1
Wille Olsen - Herluf Hansen ½-½
Ingolf Gaard - Elias Petersen ½-½
Janus Skaale - Heiðrikur Jacobsen ½-½

Kollafjørður - Klaksvík (A) 1½-

Árant Djurhuus - Ólavur Simonsen ½-½
Rógvi Mørkøre - Rani Baldursson 0-1
Karl M. Dahl - Heðin Gregersen 0-1
Markus Jacobsen - Terji Petersen 1-0

Støðan 1 deild

Havnin (A) 6½ stig
Sandavágur 6½
Klaksvík (A) 6 
Kollafjørður 2½
Klaksvík (B) 2
Havnin (B) ½

2 deild

Sandavágur - Klaksvík 2½-1½
Havnin (B) - Kongshavn 2-2
Toftir - Havnin (A) 2-2

Støðan

Klaksvík 5 stig
Toftir 4½
Havnin (B) 4½
Sandavágur 4
Havnin (A) 3½
Kongshavn 2½

3 deild

Kollafjørður - Vestmanna ½-3½
Havnin - Rókur ½-3½
Sandavágur - Gøta 1½-2½

Støðan

Rókur 6½
Vestmanna 4½
Gøta 4
Kollafjørður 4
Havnin 3
Sandavágur 2

Í fjórðu deild er bara eitt umfar telvað. Har eru liðini tíggju í alt.

Telvað verður aftur 10 november. Tá er triðja umfar á skránni. Í 1. deild verður tá telvað soleiðis:

Klaksvík (A) – Sandavágur
Havnin (A) – Kollafjørður
Havnin (B) - Klaksvík (B).

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder