Annað

Tap móti Danmark í aðru royndini

Donsku U16-genturnar vóru sterkari enn tær føroysku á Hálsi í kvøld, sum tó vístu, at tær kunnu vera við.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-01-04 20:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U16 landsliðið hja gentum spældi í kvøld imóti Danmark í EM-undankappingini, sum er í Føroyum hetta vikuskifti.

Fyrr í dag vunnu Føroyar 3-1 á Írlandi, men danska liðið var sterkari enn heimaliðið og vann 3-0.

Føroyska liðið kom tættari uppáfyri hvørt sett, og í triðja setti gjørdist heilt spennandi, tá Føroyar komu uppá 23 stig.

Føroyar - Danmark 0-3
12-25, 15-25, 23-25

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder