Hondbóltur

Tap við fýra málum í Helsinki

Finnland koppaði føroysku monnunum í 2. hálvleiki.

2018-10-06 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum er í vikuskiftinum á venjingarlegu í Finnlandi. Á skránni er millum annað tveir venjingardystir ímóti finska landsliðinum.

Tann fyrri varð leiktir fyri løtu síðani. Føroyska liðið kom væl frá byrjan og leikti ein góðan 1. hálvleik. Í steðginum var støðan 11-10 til Føroyar. 

Í 2. hálvleiki tók finska liðið yvir, og tók skjótt eina leiðslu. Føroyska liðið fekk tað ikki heilt at hanga saman fyrstu løtuna, men kom tó betri fyri seg eina løtu, har Peter Krogh m.a. fekk nøkur mál. Tað endaði tó við at, at Finnland vann 29-25. 

Finnland - Føroyar 29-25 (10-11)

Føroysku málskjúttarnir: Peter Krogh 7, Rói Berg Hansen 5, Jónas G. Djuhuus 3, Helgi Hoydal, Fríði Weyhe og Tróndur Kragesteen 2, Vilhelm Vilhelmsen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Brandur Halgirsson og Vilhelm Poulsen 1

Venjingarlegan er umráðandi liður í fyrireikingunum til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro 24. oktober og Danmark 27. oktober. 

Í morgin klokkan 10.30 (føroyska tíð) spæla Føroyar og Finnland aftur.


Hesir 16 leikararnir eru við í Finnlandi:

Nicholas Satchwell, Neistin
Hørður Trygvason, H71
Tróndur Kragesteen, Neistin
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, H71
Brandur Halgirsson, H71
Sjúrður Olsen, VÍF
Vilhelm Vilhelmsen, Team Klaksvík
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÌF
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger HB
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Rói Berg Hansen, FIF
Friði Hammer Weyhe, Aars
Jónas Gunnarson Djurhuus, HØJ
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal-Christiansen, Kyndil

Kjartan Johansen og Rógvi Dal-Christiansen spældu ikki orsakað av smáskaða.

Sonni Larsen er høvuðsvenjari.

Kelda: HSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder