Italska fótbóltsliðið Pro Piacenza, sum spælir í triðju bestu deildini, er í stórum fíggjarligum trupulleikum. Hetta sást aftur í gjár, tá liðið spældi dyst á útivølli móti Cuneo.
Pro Piacenza hevði bert sjey leikarar á vøllinum. Av hesum sjey leikarunum vóru 6 tannáringar og 39 ára gamli fysioterapeuturin hjá liðinum. Tann eini tannáringurin, 19 ára gamli liðskiparin, virkaði eisini sum venjari til dystin.
Heimaliðið Cuneo hevði bert skorað 18 mál higartil í kappingarárinum, men hevði longu skorað 16 mál, tá bríkslað varð til hálvleik. Dysturin endaði 20-0 til Cuneo.
Orsøkin til ringa standin í Pro Piacenza er at felagið er um at fara á húsagang og tí ikki hevur ráð at gjalda leikarunum løn. Eisini er ungdómsdeildin niðurløgd, skrivar TV2.
Pro Piacenza hevur ikki møtt upp til seinastu tríggjar dystirnar áðrenn dystin í gjár. Teir dystirnar varð liðið tí dømt at tapa 3-0. Men um liðið ikki møtir upp eina fjórðu ferð, so veðrur liðið tvangsniðurflutt. Tí varð neyðugt at møta til hendan dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald