EM-endaspælið hjá U18 monnunum er byrjað í Montenegro, og Føroyar løgdu út við einum trýmáls tapi móti Svøiki í dag.
Dysturin leikaði javnt á fyrstu løtuna, men síðani tóku sivar yvir. Ov nógv mistøk kostaðu dýrt, og munurin onkrar løtur var heili fimm mál.
Móti steðginum gekk betri hjá Føroyum og støðan í hálvleikinum var 17-15 til sviar.
Í fyrru helvt av seinna hálvleiki helt støðan sær, og munurin var tvey til trý mál. Tá lítið korter var eftir av dystinum bleiv javnt, 24-24, men útvísingar beint eftir hetta kostaðu dýrt.
Eftir hetta riggaði einki hjá okkara monnum, og sviar fingu eina fimm málsleiðslu 30-25. Móti endanum fingu vit snøggað eitt sindur um støðuna, og úrslitið gjørdist 32-29.
Føroyar eru í truplum bólki saman við Spania, Fraklandi og Svøriki. Spania og Frakland hittust fyrr í dag, og Spania vann 41-33. Í morgin klokkan 13 spæla Føroyar móti nettupp Spania.
Svøríki - Føroyar 32-29 (17-15)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald