Føroyska A-landsliðið spældi ein góðan dyst í Kiev í dag. Liðini vóru javnt góð, men tað var heimaliðið, sum vann við fýra málum, 25-21.
Tað var í álopinum, at føroyska royndin at fáa eitt gott úrslit miseydnaðist. Í verjupartinum spældu føroyingar ein stak góðan dyst, og hildu ukreinum frá at skora í heilt nógvum álopum.
Støðan í hálvleikinum var 15-13. Og tá annar hálvleikur verð bríkslaður í gongd, sá út til at Føroyar veruliga skuldu koma við í dystin.
Ungi vongurin Hákun West av Teigum kom inn í øðrum minutti av hálvleikinum, tá Allan Norðberg fekk ein snudd, og spælarin úr Skanderborg fekk eina stak góða byrjan á A-landsliðnum, tí hann skoraði í fyrstu royndini.
Føroyar kom enntá upp á javnleik 15-15 áðrenn tað eydnaðist ukreinum at fáa fyrsta málið í øðrum hálvleiki móti sterku føroysku verjuni.
Tað eydnaðist føroyingum at javna til bæði 16-16 og 17-17, men so steðgaði álopsspælið upp. Stóru ukreinarnir lósu føroyska álopsspælið, og stongdu av.
Hóast vit taptu, so kunnu føroyingar onkursvegna vera nøgdir við avrikið. Uttan dystarvenjing yvirhøvur, spældu teir ein sera javnan dyst móti eini stórari evropeiskari tjóð.
Høvdu vit ikki brent tvey av trimum brotskøstum, og høvdu vit skorað..., ja, hvat kundi so verið hent?
Eitt ljóspunkt í dystinum var áðurnevndi Hákun West av Teigum. Hann fekk tríggjar skotmøguleikar frá veinginum og skoraði ósvitaliga trygt upp á allar tríggjar og vísti stórt spæl.
Hákun West av Teigum fekk eina góða byrjan á A-landsliðnum - ein framtíðar leikari (Savnsmynd: Harald Bjørgvin)
Hesir skutu føroysku málini
Peter Krogh 4
Jónas G. Djurhuus 4
Helgi H. Hoydal 3
Kjartan Johansen 3(1)
Hákun W. av Teigum 3
Filip Jojic 2
Allan Norðberg 1
Vilhelm Petersen 1
Rói Berg Hansen 1
Nú skulu føroyingar skunda sær at koma fyri seg aftur. Lognu fríggjakvøldið er næsti dystur á skránni. Hann verður spældur í Brno móti Kekkia, sum er mett at vera tað sterkasta av liðunum í bólkinum.
View this post on Instagram
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald