placeholder
Annað

TB andar Fleyr í nakkan – lagnudystur sunnudagin

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Sunnudagin møtast Fleyr og TB fyri aðru ferð í tríggjar dagar í dysti, sum kann gerast altavgerandi fyri, hvør teirra kemur í FM-finalurnar saman við oddaliðnum SÍ..

2023-03-18 12:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár vann TB 3-0 á Fleyr í Trongisvági, og endurtekur TB tað í Havn í morgin, so situr TB við trumfinum til FM-finalurnar, tí tá verður TB bara eitt stig aftanfyri Fleyr á stigatalvuni, men hevur spælt tveir dystir færri.

Í dystinum í Suðuroy í gjár var tað annars Fleyr - sum var uttan summar av sínum føstu leikarum - ið legði seg á odda 8-5 í fyrsta setti, men TB javnaði til 8-8 og fór síðan framum og sleit seg leyst við støðuna 13-13 og vann 25-20.

Annað sett sá út til at skula fara til Fleyr, sum var frammanfyri 21-15, men tvørakvinnurnar vóru tvørar og javnaðu til 22-22 og vunnu síðan settið 25-23.

Hetta bakkastið fyri Fleyr tóktist gera av við vónina at skala TB á nakran hátt í triðja setti, tí brátt gjørdist støðan 12-1 og 20-10 til TB, áðrenn Ranja Magnussen vann teimum settið við einum serviessi til 25-15 – og dystin 3-0.

Skal Fleyr vinna á TB sunnudagin, so skulu aðrir bollar í súpanina, men heimavøllurin kann gera sítt, og eisini hevur tað týdning, hvørjar leikarar Fleyr hevur tøkar til dystin. Og ikki minst, so skal Fleyr duga betur at gagnnýta støðurnar, tá liðið er frammanfyri. Men við gongdini hjá báðum feløgunum seinastu vikurnar í huga, skert ikki burtur, at TB er favorittur at vinna sunnudagin.

Støðan fyri dystin sunnudagin:

Lið Stig / (Dystir)

SÍ 39 / (14)
Fleyr 31 / (14)
TB 27 / (12)
Mjølnir 14 / (12)
Dráttur 13 / (14)
KÍF 9 / (14)
Ternan 8 / (14)

Eftir dystin sunnudagin hevur Fleyr tríggjar dystir eftir at spæla, og TB fimm, so einki er endaliga avgjørt tá, men vinnur annað liðið sær trý stig, so standa finalu-dyrnar víðopnar fyri vinnaranum.

Írestandi dystirnir hjá TB: Mjølnir (úti), Ternan (heima), SÍ (úti) Mjølnir (úti), Dráttur (úti)

Írestandi dystirnir hjá Fleyr: Mjølnir (úti), KÍF (úti), SÍ (heima)

Dysturin millum Fleyr og TB verður sunnudagin kl. 13 í høllini á Hálsi og sæst eisini á Ras1 í Televarpinum og kann stroymast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder