Fótbóltur

TB fer at hava online bingo

Tað verður klokkan 17 sunnudagin. Hetta er fyri stytta fólkum um stundir, men eisini fyri at forvinna nøkur kærkomin oyru, boðar felagið frá.

(Mynd: tb.fo)

(Mynd: tb.fo)

2020-04-17 20:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nógv eru tey, ið sakna at kunna fara á bingo. Hetta letur seg ikki ordiliga gera enn, men vit í TB hava sett okkum fyri, at stytta hesum góðu fólkum um stundir inntil “ordiligt” bingo verður aftur, samstundis sum vit kunnu forvinna nøkur kærkomin oyru til felagsvirksemið. Vit fara tí at gera eina roynd við at hava bingo á internetinum.

Hetta skrivar TB í fráboðan. 

Sunnudagin 19. apríl kl.17 sendir TB beinleiðis frá hølum sínum við Stórá, har tølini verða trekt til bingospælið. Til ber at keypa sær 6 plátur ella 12 plátur. Øll kunnu verða við -  óansæð hvar í landinum ein er - einasta treyt er, at TB hava fingið kvittan fyri flyting. TB boðar frá, at tað gongur væl at selja plátur - bæði í Suðuroynni og aðrastaðni kring landið.

Tá ein hevur rindað TB fyri pláturnar, verða tær sendar við telduposti. Í Suðuroynni ber eisini til at fáa pláturnar koyrdar út, í pappírsformi. 

Spælt verður um eina rekkju, tvær rekkjur og bingo. Vinningarnir eru allir gávukort úr FK kring landið. Trekt verður eisini millum allar pláturnr um ein vinning. Sent verður frá Youtube-síðuni og Facebook-síðuni hjá TB, har tað ber til at lesa meira um, hvar og hvussu ein fær fatur á plátum.

Leinkið verður sjónligt, umleið 20 minuttir áðrenn bingo byrjar, skrivar TB.

Føroysk fótbóltsfeløg missa nógvar inntøkur í hesum døgum, og tí er hetta er ein góður møguleiki hjá einum felagið at fáa pening inn. AB hevur havt líknandi tiltak.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder