2019-03-19 21:00
Aldursforsetin í føroyskum fótbólti hevur fingið avstralskan styrk. TB hevur skrivað sáttmála við 25 ára gamla avstraliumannin Luc Michael Jeggo.
Luc Michael Jeggo skiftir úr norska felagnum Florø, sum spælir í næst bestu norsku deildini.
Bolt.fo skrivar, at talan er um ein verjukendan miðvallaleikara, og at Jeggo er komin til Føroyar og hevur havt sína fyrstu venjing við TB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald