Tað er fult gongd í fyrireikingunum við Stórá. TB kemur aftur at verða umboðað í Betrideildini í 2019, og nú er greitt hvør verður høvuðsvenjari.
Talan er um serbiska Zoran Pavlovic, sum er aftur í TB eftir 21 ár. Felagið skrivar soleiðis um setanina á heimasíðu sínari:
- So kann felagið boða frá, at venjarin í 2019 verður Zoran Pavlovic. Hann hevur áður vant Tvøroyrar Bóltfelag. Hetta var í 1998, tá stóð hann á odda fyri Tvøroyrar Bóltfelag í 19 dystum í bestu deildini og í steypakappingini. Zoran, ið er 52 ára gamal, tekur leiðsluna av liðnum 20. januar.
Bolt.fo hevur sett Zoran Pavlovic í samband við starvið í vetur, og í dag kunngjørdi TB at serbin fær uppgávuna komandi ári. Zoran er pápi verjuleikaran hjá KÍ, Deni Pavlovic.
Í vikuskiftinum kunngjørdi TB, at serbarnir Veljko Vukovic og Ivan Ivanovic koma at styrkja um liðið. Heimasíðan skrivar í dag, at teir koma væntandi til landið um mánaðarskifti, TB tapti 4-0 á útivølli móti Vìkingi í venjingardystinum leygardagin. Komandi leygardag tekur TB ímóti ÍF í næsta umfarið í VFF Cup.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald