Fótbóltur

TB koppaði føroyameistarunum í sínum fyrsta venjingardysti

Ken Fagerberg var íblandaður í báðum málunum hjá heimaliðnum, tá TB vann 2-1 á KÍ við Stórá í dag. Ein av nýggju leikarunum skoraði fyri útiliðið - øll málini komu í 1. hálvleiki.

Ken Fagerberg (Mynd: Sverri Egholm)

Ken Fagerberg (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-26 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur verið á venjingarlegu í Suðuroynni síðani mikukvøldið. Hon endaði við dysti í Trongisvági. Hetta var dystur nummar tvey hjá føroyameistarunum í ár; 3-3 javnleikurin móti HB á heimavølli seinasta vikuskifti var tann fyrsti. 

Hetta var fyrsti dystur hjá TB, ið ikki er við í VFF Cup, í ár, og sigast má, at hann eydnaðist væl: TB vann dystin. Allir teir nýggju donsku leikararnir vóru við frá byrjan, og áleyparin Mads Raben legði upp til sigurusmálið, ið sviin Ken Fagerberg skoraði (nakað av ivamálið var um, um tað i roynd og veru var sjálvmál, ið Jesper Brinck gjørdi).

TB-KÍ 2-1 (1-1)
10' Rógvi Joensen 1-0 (Upplegg: Ken Fagerberg)
15' Ole Erik Midtskogen 1-1 (Upplegg: Jóannes Bjartalíð)
43' Ken Fagerberg 2-1 (Upplegg: Mads Raben)

TB (4-3-2-1): Frederik Marius Mehder - Eirikur M. Ellendersen, Ndende A. Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner - John Villi W. Leo, Rógvi Joensen, Dánjal Godtfred - Jens Erik Bruhn, Mads Raben - Ken Fagerberg.

Seinni komu hesir inn: Einar Thorsteinsson, Poul Ingason, Nikolei Johannesen, Bartal Gram og Jóhan Thomsen.

KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen - Børge Petersen, Jesper Brinck, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Sebastian Avanzini, Steinbjørn Olsen, Alessio Hyseni, Patrik Johannesen - Jóannes Bjartalíð, Ole Erik Midtskogen.

Seinni komu hesir inn: Páll A. Klettskarð, Odmar Færø, Jonn Johannessen og Jóannes K. Danielsen.

Tøl og uplýsingar um liðuppstillingar og innskiftingar: bolt.fo.

Úrslit og málskjúttar frá teimum fýra dystunum í VFF Cup síggjast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder