Fótbóltur

Yvirlit yvir teir fýra VFF-dystirnar í gjár

NSÍ og Vìkingur spældu javnleik, HB vann heili 8-0, EB/Streymur og Skála skoraðu trý mál hvør og vunnu.

Pætur Petersen var flúgvandi í gjár. Hann skoraði fýra mál - helmingin - og legði upp eitt eitt í 8-0 sigrinum hjá HB á B68 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Pætur Petersen var flúgvandi í gjár. Hann skoraði fýra mál - helmingin - og legði upp eitt eitt í 8-0 sigrinum hjá HB á B68 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-01-26 10:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var næstan fult umfar í VFF Cup í gjár. KÍ og B36 hava útsettt sín dyst til mikukvøldið - KÍ hevur verið á venjingarlegu í Suðuroy síðani mikudagin og spælir klokkan 14 í dag venjingardyst móti TB.

VFF Cup - 3. umfar
Leygardagin 26.01

ÍF - EB/Streymur 2-3 (2-1)
2' Hjalti K. Djurhuus 0-1 (Upplegg: Magnus Jarnskor)
35' Jan Ó. Ellingsgaard 1-1 (Upplegg: Andy Olsen)
40' Uros Stojanov 2-1: (Upplegg: Filip Djordjevic)
53' Magnus Heinason 2-2: (Upplegg: Niklas Kruse)
66' Niklas Kruse 2-3: (Upplegg: Bjarki Zachariasen)

Her var tað millum annað merkisvert, at serbiski áleyparin Uros Stojanov fekk sítt fyrsta mál fyri ÍF, sum í 2. hálvleiki setti Boga Løkin og Milan Svojic á vøllin. Hjá EB/Streymur spældu teir tríggir nýggjastu leikarnir ein leiklut í hvør sínum máli: Hjalti Djurhuus Bjarki Zachariasen og Magnus Heinason. Niklas Kruse var aftur eyðsýndur, og Símun Sólheim var aftur við frá byrjan.

Uppstillingar o.a her

Skála - AB 3-1 (1-0)
30' Aksel Bjartalíð Danielsen 1-0
51' Ronni Møller Iversen 2-0 (Upplegg: Dávid Johansen)
82' Sjálvmál 2-1
83' Andreas Egeberg Jacobsen (Upplegg: Niels Pauli Danielsen)

Teitur Reinert Joensen spældi sín fyrsta dyst í ár, og nýklækti Skála-leikarin Jóhan Waag Høgnsen var við frá byrjan.

Uppstillingin hjá Skála 
her

NSÍ - Víkingur 2-2 (1-2)

11' Klæmint A. Olsen 1-0 (Upplegg: Jann Benjaminsen)
12' Sølvi Vatnhamar 1-1 (Upplegg: Gunnar Vatnhamar)
32' Sølvi Vatnhamar 1-2 (Upplegg: Ingi Jonhardsson)
66' Petur Knudsen 2-2 (Upplegg: Oddur Højgaard)

Petur Knudsen, sum í vikuni hevur verið og royndarvant við Vali í Reykjavík, var aftur á NSÍ-liðnum og skoraði útjavnandi málið í gjár. Hann hevur ikki sáttmála við NSÍ fyri 2020, og tí er óvist, um hann spælir fyri barndómsfelagið. Klæmint Olsen kom á máltalvuna í sínum fyrsta dysti í ár, og Sølvi Vatnhamar gjørdist tvífaldur málskjútti. 

Uppstillingar og annað her


HB - B68 8-0 (5-0)
20' Mathias Nygaard 1-0 (Upplegg: Pætur Petersen)
27' Pætur Petersen 2-0 (Upplegg: Bartal Wardum)
31' Adrian Rúnasson Justinussen 3-0
41' Pætur Petersen 4-0 (Upplegg: Dan í Soylu)
43' Pætur Petersen 5-0
79' Heðin Hansen 6-0
86' Øssur Dalbúð 7-0
86' Pætur Petersen 8-0 (Upplegg: Adrian Rúnasson Justinussen)

B68 er einasta liðið í 1. deild, ið er við í VFF Cup. Toftamenn taptu 5-1 í 1. umfari, og í gjár fingu teir ein sekk í Gundadali. HB vann heili 8-0. Danin Mathias Nygaard skoraði sítt fyrsta mál fyri HB. Pætur Petersen legði upp, og síðani skoraði hann fýra mál sjálvur. 

Uppstillingar og annað her


Mikudagin 28.01 (19.00): B36 - KÍ
 


4. umfar verður leikt komandi leygardag - støðan í kappingini sæst 
her


Keldur: dystir.fo og bolt.fo





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder