Í morgin, 13. mai 2020, heldur TB 128-ára føðingardag. Samstundis kemur aldrusforsetin við einum nýbroti: Ein fjepparahandil letur upp á Tvøroyri, har til ber at keypa ymiskt, ið so ella so hevur við felagið at gera.
- Hans Olaf Johannesen (Bakaríið hjá Hans Olaf), ið herfyri keypti bygningin hjá Gaards Bakarí, hevur enn einaferð verið felagnum beinasamur, og hevur givið felagnum loyvi til at nýta gomlu handilshølini hjá Gaards Bakarí til at hava TB-handil í. Hetta er eisini í tráð við andan hjá Arnold Gaard, ið er ein sannur TB-viðhaldsmaður inn á bein og altíð hevur verið TB ein dyggur stuðul – ikki minst tey árini, ið hann rak Gaards Bakarí.
Soleiðis greiðir TB-bólkurin á Facebook frá, hvussu hetta er komið í lag - ein bólkur ið nú hevur 2.173 limir, og sum er vaksin við meira enn 15 prosentum seinasta mánaðin. Útlendski áhugin fyri TB og føroyskum fótbólti er vaksin nógv seinastu tíðina, og 431 hava dámt norsku fjepparasíðuna hjá Tvøroyar Bóltfelag.
Áhugi er eisini fyri fjepparalutum, og føroysku feløgini hava seinastu dagarnar selt nógv á netinum til serliga Noregs. Nú verður møguleiki at fáa TB-fjepparalutir á Sjógøtu 256 á Tvøroyri. Har verður móttøka í morgin í samband við 128-føðingardagin, og at fjepparahandilin letur upp.
Ikki er greitt enn, júst hvørjar tíðir TB-handilin í bakaríinum verður opin, men Tvøroyrar Bóltfelag boðar frá, at handilin kemur at vera opin, og at av og á verða tað núverandi og fyrrverandi TB-leikarar, ið koma til at standa í handlinum.
Fótbóltur
TB letur fjepparahandil upp
Hann letur upp í gomlu hølunum hjá Gaards Bakarí á Tvøroyri í morgin, tá aldursforsetin í føroyskum fótbólti fyllur 128 ár.
Poul Ingason í dystinum í Runavík leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
2020-05-12 11:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald