Fótbóltur

TB skal royna at gera ein vørr móti Víkingi

Betrideildin fer aftur á rull, tá uppflytararnir - við Gilla Rólantssyni á liðnum - vitja í Sarpugerði í dag. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.

John Villi Wøldike Leo skoraði málið hjá TB í 7-1 ósigrinum í Klaksvík í 1. umfari. Her roynir hann at sleppa framvið Atla Gregersen í dysti í 2020, tá TB og Víkingur spældu málleysan javnleik í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

John Villi Wøldike Leo skoraði málið hjá TB í 7-1 ósigrinum í Klaksvík í 1. umfari. Her roynir hann at sleppa framvið Atla Gregersen í dysti í 2020, tá TB og Víkingur spældu málleysan javnleik í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-01 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri júst fýra vikum síðani fór Betrideildin 2023 av bakkastokki. 1. umfar varð avgreitt fyrsta vikuskifti í apríl, men í seinna hálvleiki av fleiri av dystunum byrjaði kavin at leggja seg.

Kavin órógvaði so mikið nógv næstu vikurnar, at tað var ógvuliga torført hjá flestu liðunum at venja og bæði 2. umfar og 3. umfar vórðu útsett vegna veður. Tá 2. umfar skuldi vera lá alt ov nógvur kavi kring landið - tá 3. umfar skuldi verða, vórðu fleiri venjingardystir spældir ístaðin.

Síðani var landsliðssteðgur, og síðstu vikuna hava fyrireikingar av álvara verið til tað, sum eitur 4. umfar. Hetta umfarið byrjar tíðliga í kvøld, tá Víkingur tekur ímóti aldursforsetanum.

Sermerkt er millum annað, at Gilli Rólantsson Sørensen fer at spæla sín fyrsta dyst í Betrideildini síðani seint í 2013. Beint áðrenn flytingarvindeygað lat aftur mitt í mars kunngjørdi TB, at 30-ára gamli landsliðsspælarin fyribils vendir aftur at spæla í sebra-litta búnanum. Í mun til í 7-1 taptinum í Klaksvík í fyrsta umfarinum hevur TB nú eisini millum annað Chris Jaztrembski - stinna póllendingin sum var í B68 í 2021 - í hópinum.

[object Object]
Gilli Rólantsson eftir at undirskriftin við barndómsfelagið er komin uppá pláss (Mynd: tb.fo)


Sí longri samrøðu við Gilla um skiftið her: Havi sovið illa fleiri nætur - nú kann eg av álvara anda aftur

Á pappírinum verður hetta tó ikki nóg mikið at gera nakað við Víking. Í fjør og í 2021 vunnu víkingarnir allar heimadystirnar móti liðum úr niðaru hálvu  av stigatalvuni. Tað er helst lítil ella eingin ivi um, at TB verður í hesum bólkinum í ár - um uppflytararnir á onkran hátt fáa arga Víking í dag, er ein onnur søga. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen tapti fyri B36 í fyrstu royndini í ár, men steypavinnararnir eru stórfavorittar í Sarpugerði í dag, nú teir so gott sum hava fulla manning. 

Portalurin verður á staðnum í Norðragøtu í dag við myndatólinum. Vit hava samandrátt av dystinum og samrøður aftaná. Til ber at fylgja við dystinum á forsíðu okkara - hetta í samstarvi við dystir.fo.


Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)
Í dag, 1. apríl - Sarpugerði
17.00: Víkingur - TB 


Í morgin, 2. apríl
15.00:
ÍF - AB
KÍ  - EB/Streymur
07 Vestur - B68

Mánadagin, 3. apríl
B36 - HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder