Fótbóltur

TB tók stig frá HB í Trongisvági

Tað endaði málleyst í fyrsta dystinum í umfarinum. Hetta er ein smeitur fyri HB í meistarastríðnum - fyri TB er tað frálíkt at fáa sítt fyrsta stig.

Mads Borchers og hinir á HB-liðnum fingu ikki hol á við Stóra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mads Borchers og hinir á HB-liðnum fingu ikki hol á við Stóra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-12 18:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var nakað av fagnaði millum norðoyingar fyri løtu síðani her á Argjum. Ikki tí at KÍ aftur hevði skorað, men tí at tað gjørdist greitt, at arvafíggingdin og higartil argasti FM-kappingarneytin ikki hevði fingið fult í Trongisvági.  

Tað byrjaði sum tað endaði við Stóra: Málleyst. Tað var upp til HB at skapa dystin, men tað sum eydnaðist so væl móti AB sunnudagin, har HB skoraði tvey mál næstan beinanvegin og kundi fingið væl meira. Dalibor Savic hevði í sag stillað við tíggju av teimum ellivu, ið byrjaðu sunnudagin: Ungi havnarmaðurin Eivind Restorff Mouritsen avloysti nakað skaðadarvaða Heðin Hansen.

Vegna tekniskt brek sást dysturin tíverri ikki í Televarpinum, men og harvið vóru tað bert fólk, sum vóru við Stóra, ið kundu síggja dystin. Sambært tølum hjá dystir.fo og fólkum á staðnum fleyt HB-spælið ikki eins væl, og tað vóru ikki upp ímóti 30 skotroyndir hjá útiliðnum.

[object Object]Poul Ingason og hinir á TB-liðnum stríddust væl og hildu HB frá at skora (Savnsmynd: Sverri Egholm)

TB hinvegin greiddi sína uppgáva væl. Teir á heimaliðnum arbeiddu knallhart, og samanlagt var tað nakað heilt annað enn í stórtapunum fyri KÍ og Víkingi. Hetta var fyrsti heimadystur hjá tvøramonnum og fyrsta stigið. Óvæntað var, at tað kom til høldar móti júst HB: Nakrar ferðir seinastu árini hevur TB/felagsliðið gjørt tað ógvuliga trupult fyri HB við Stóra, og útisigrarnir hava verið smalur.

Ikki síðani 2012 hevur TB fingið fult móti HB, men hetta nýggja liðið kann brúka stigið til nógv - sanniliga eisini fyri sjálvskensluna. Seint í dystinum stóð nógv á, og størstu møguleikarnir hevði Mads Borchers, men tað verður ein langur túrur norð hjá Dalibor Savic og hansara monnum. HB skal reisa seg sunnudagin móti hinum uppflytaranum á heimavølli - TB skal byggja uppá heima móti 07 Vestur.

KÍ er í løtuni á veg at taka trý stig afturat og harvið leggja seg einsamalt á odda.

Betrideildini 2. umfar (umfar nummar 4)
Mikudagin 12.04

TB - HB 0-0

(17.00): AB - KÍ (0-2)

18.00: 
B36 - Víkingur (2-1)
B36 - 07 Vestur (0-1)
ÍF - EB/Streymur (0-0)

Støðan í Betrideildini í løtuni

1. HB 10 stig *
2. KÍ 9 stig
3. Víkingur 6 stig
4. B36 6 stig
5. EB/Streymur 6 stig
6. 07 Vestur 4 stig
7. ÍF 3 stig
8. B68 1 stig
9. TB 1 stig *
10. AB 0 stig

*Ein dyst fleiri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder