Fótbóltur

TB/FCS/Royn og B36 eitt stig í part

Suðuroyingar væl nøgdir við 1-1 javnleik.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-06 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðsta hósdag spældu teir móti Besiktas í Istanbul, og í dag tók TB/FCS/Royn ímóti teimum hvítu úr Havn.

Men tað var ein trupul mótstøða við Stóra í dag, og suðuroyingarnir vóru eisini teir fyrstu at skora. Tað var við máli frá Reidari Dahl Joensen eftir at ein góður hálvur tími varð leiktur.

Beint fyri hálvleik megnaði nýggi maðurin hjá B36, Michal Przybylski at javna til 1-1. Fleiri mál komu ikki, og suðuroyingar fáa eitt kærkomið stig, meðan teir úr B36 ikki kunnu vera nøgdir við ta eina stigið.

TB/FCS/Royn - B36 (1-1)
Reidar Dahl Joensen 1-0
Michal Przybylski 1-1

HB - Skála (2-1)
Símun Samuelsen 1-0
Ari Mohr Olsen 2-0
Brian Jacobsen 2-1

Víkingur - AB (3-0)
Adeshina Lawal 1-0
Andreas Lava Olsen 2-0
Sølvi Vatnhamar 3-0

KÍ - 07 Vestur (3-0)
Jóannes Bjartalíð 1-0
Semir Hadzibulic 2-0
Páll Klettskarð 3-0

NSÍ - EB/Streymur (5-0)
Fróði Benjaminsen 1-0
Pól Jóhannus Justinussen 2-0
Petur Knudsen 3-0
Klæmint A. Olsen 4-0
Árni Frederiksberg 5-0

Støðan
1. HB (43 stig)
2. KÍ (41 stig)
3. NSÍ (33 stig)
4. Víkingur (32 stig)
5. B36 (29 stig)*
6. Skála (18 stig)
7. EB/Streymur (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (15 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)*

*Ein dyst færri


18. umfar verður leikt soleiðis:

Fríggjadagin 10. august
KÍ - HB (18:00)
B36 - EB/Streymur (18:00)

Sunnudagin 12. august
07 Vestur - AB
NSÍ - TB/FCS/Royn
Skála - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder