H71 og VÍF skulu í mai spæla FM-finalur. Liðini sum tey slógu út í hálvfinalunum hittust í dag til bronsudyst.
Team Klaksvík hevur helst verið betri upplagt til dystin. Nestin spældi longda leiktíð í triðju og avgerandi hálvfinaluni í Hoyvík hóskvøldið og taptu við einum - klaksvíkingar hava havt alla vikuna eftir tapið í Vestmanna sunnukvøldið. Tað kann eisini vera, at tað merkir meira fyri Team Klaksvík enn Neistan at vinna bronsu; í øllum førum var 3-9, tá komið var um hálvan fyrra hálvleik.
Neistin tók sær síðani um reiggj, skoraði 13 ferðir restina av hálvleikinum og var á odda við trimum í steðginum. Team Klaksvík kom tó væl út eftir steðgin, og eftir tíggju og ein hálvan minutt var tað pluss trý hinvegin.
Spenningur var tó í til seinasta minutt. Torstein Balle minkaði til 30-31, tá 70 sekund vóru eftir. Tað eydnaðist tó Nicolai Bliznov, ið skoraði átta mál, og síðani Jens Paula Poulsen at økja og at steingja dystin.
Harvið kunnu teir hjá Team Klaksvík annað árið á rað fegnast um bronsuna. Felagið hevur flutt seg frameftir, og liðið kann, eins og Neistin, nú veruliga hyggja fram ímóti næsta kappingarárið.
Beinir Johannesen var øgiligur á strikuni og tryggur við brotskøstum í dag. Formaðurin í Fólkaflokkinum skoraði níggju mál og varð toppskjútti í bronsudystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Team Klaksvík-hópurin saman við áskoðarum (Mynd: Team Klaksvík)
Burn-deildin, bronsudystir
Leygardagin 22. apríl, Høllin á Hálsi
Neistin - Team Klaksvík 30-33
Toppskjúttar: Beinir Johannesen 9 mál, Nicolai Bliznov 8 mál - Pauli Høj 7 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald