Seinasti dysturin í niðara endaspæli í Okkara-deildini varð leiktur í Badmintonhøllini í Klasvík í kvøld. Setningurin hjá heimaliðnum var greiður: Ein sigur á StÍF og so hevði Team Klaksvík tryggja sær 1. plássi í endaspælinum.
Klaksvíkingar vunnu á Skála fyri tveimum vikum síðani og í kvøld var tað eisini Team Klaksvík, ið tók eina leiðslu beinanvegin og hevði hana allan 1. hálvleik. StÍF kom væl út til 2. hálvleik, og eftir 10 minuttir var útiliðið á odda. Team Klaksvík svaraði aftur, men tað leikaði ógvuliga javnt á restina av dystinum. StÍF javnaði til 24-24, tá tríggir minuttir vóru eftir, men so avgjørdu klaksvíkingar dystin við trimum málum seinastu tríggar minuttirnar.
Ein góður sigur hjá Team Klaksvík, ið hevði betri innanhýsis málmun enn kollfirðingar. Hóast liðið bert vann ein dyst í teimum 18. umførunum í grundspælinum, so vunnu klaksvíkingar tríggar av fýra dystum í endaspælinum, og fingu henda steyp og kekk uppá 10.000 eftir dystin í kvøld.
StÍF endar aftast í endaspælinum við ongum stigi. Nakrar av berandi kreftunum hjá teimum á vestara armi av Skálafjørðinum hava ikki verið við í styttri ella longri tíð. Eitt jaligt hjá liðnum í dag var at ungi og evnríki Bjarni í Selvindi skoraði 5 mál. Hann gjørdi millum annað um seg í steypafinaluni hjá U18 í februar.
Hetta var seinasti dystur hjá Finni Hansson sum leikandi venjari hjá Team Klaksvík.
Team Klaksvík - StÍF 27-24 (15-11)
Toppskjúttar: Jens Pauli Mohr, Petur Martin Eliasen og Vilhelm Vilhelmsen (TK) 6 mál, Pætur Johansen (StÍF) 6 mál
Fótbóltur
Team Klaksvík vann niðara endaspælið
Steyp og peningaupphædd varð latin í Klaksvík, eftir at heimaliðið basti StÍF.
(Mynd: Team Klaksvík)
2019-04-06 21:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald