Annað

Team Suður Skot havt fyrstu venjingina

Nýtt bogaskjótifelag er stovnað í Suðuroynni, og mikukvøldið hevði Suður Skot sína fyrstu venjing sum felag.

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2021-11-12 18:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri varð nýtt bogaskjótifelag stovnað í Suðuroynni.

Talan er um Suður Skot, sum mikudagin hevði sína fyrstu venjing í Marghøllini í Vági mikukvøldið.

Tað byrjaði í summar, eftir at bogaskjóting hevði verið á Føroyaleikum. Á Føroyaleikum var bogaskjóting á fótbóltsvøllinum á Eiðinum, og luttakarnir lótu væl at umstøðunum.

Landsliðvenjarin var við til leikirnar og hon læt væl at umstøðunum í Vági og avgjørdi hon, at hava royndarvenjing sunnudagin eftir at Føroyaleikinar vóru lidnir. Venjingin gekk fyri sær inni í Marghøllini, tað møtti sera nógv fólk upp til hesa venjing, skrivar Vágs kommuna.

Síðan í summar hevur vening so verið hvønn mikudag, og mikukvøldið 10. november hevði Team Suður Skot so sína fyrstu venjing sum felag.

Í hesum sambandi var gjørt eitt sindur meira burtuúr. Luttakarar fingur pannukøkur og ein drekkamunn, og borgarstjórin, Bjarni Johansen, handaði Team Suður Skot eitt gávubræv frá Vágs Kommunu, og slapp hann eisini at royna seg við boga og píl.

Fyrsta nevndin í Team Suður Skot er mannað soleiðis:

  • Forkvinna: Kelea Quinn
  • Næstforkvinna: Jonni Joensen
  • Skrivari: Andrass Petersen
  • Tiltakslimur: Thomas Christensen
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder