Fyrr í vikuni setti A-landsliðsvenjarin hjá monnum navn á 22 av teimum 24 spælarunum, ið skulu mynda føroyska hópin til EM-undankappingardystirnar móti Póllandi og Moldova.
Á tíðindafundinum boðaði Håkan Ericson samstundis frá, at seinni í vikuni fóru tveir spælarar afturat at verða kunngjørdir. Og nú er greitt, at Teitur Matras Gestsson úr HB, og Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ vera í hópinum til komandi landsliðsuppgávur. Teitur Matras Gestsson er higartil skrásettur fyri 22 A-landsdystir fyri Føroyar, meðan Jóannes Kalsø Danielsen hevur spælt níggju dystir.
Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari seinnapartin. Harvið verða tíðindini hjá Portalinum fyrr í dag váttaði aftur.
Les eisini: Jóannes Kalsø Danielsen er nú úttikin
Vit skrivaðu soleiðis um Teit:
- Útfrá øðrum upplýsingum frá Portalinum er framvegis góður møguleiki fyri, at Teitur Matras Gestsson verður triðji málverjin, sum verður úttikin. Royndi HB-málverjin hevur vant aftur í vikuni, og hevur tað gingið væl.
31-ára gamli málverjin rendi saman við Odmari Færø í dystinum móti Kekkia í juni. Teitur Gestsson spældi víðari, spældi eisini dystin móti Albania tríggjar dagar seinni umframt næsta landskappingardyst hjá HB. Brádliga merkti hann so stóra pínu í lærinum aftur, og tað eru nú yvir tveir mánaðir síðani, at Teitur hevur spælt ein dyst.
Ótti var fyri, at árið hjá honum var liðugt, men í vikuni hevur Teitur vant við HB, og kennir hann seg væl - nóg væl at vera við í næstu viku.
Hósdagin 7. september spæla Pólland og Føroyar á PGE Narodowy leikvøllinum í Warszawa, og sunnudagin 10. september klokkan 17:00 vitja moldovar á Tórsvølli. Atgongumerki kunnu keypast í Nethandlinum.
Hópurin til dystirnar móti Póllandi (7. september) og Moldova (10. septbember)
Málverjar:
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (DK)
Andras Edmundsson MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36
Áleyparar:
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald