
- Hetta er rættiliga serligt. Eg havi áður sitið úti við skaða og leikbanni, men hetta er nakað annað.
Teitur Matras Gestsson sat í gjárkvøldið og hugdi at einum kappingardysti hjá HB í Gundadali sum vanligur áskoðari, ið ikki er knýttur at besta liðshópinum hjá HB. Hetta hevur 32-ára gamli fyrrverandi Betrideildarmálverjin ikki roynt í nærum 14 ár.
Portalurin fekk í steðginum í HB-B68 orðið á Teit, sum setti orð á støðuna, og hvussu hann framvegis er partur av felagnum, sum hevur myndað hann, og sum málverjin sjálvur hevur myndað síðani 2011.
- Eg elski at vera her og fái ikki hildið meg heilt burtur.
Síðst í januar boðaði hann frá, at handskarnir fara á hilluna. Vit spurdu Teit Gestsson, um tað er endaliga liðugt. Hann segði, við einum smíli, at "man skal ongantíð siga ongantíð". Hann hevur hjálpt til hjá næstbesta liðnum. Í mun til at spæla á hægsta stigi er hansara tíð tó farin, staðfestir fyrrverandi landsliðsmálverjin.
Teitur Gestsson væntar nógv av fyrrverandi liði sínum, sum var á odda 3-0 og at enda 3-2 móti B68
Sí eisini: Ári Mohr Jónsson: - Hatta var ikki eitt serliga gott avrik hjá okkum (Video)
Betrideildin, 1. umfar:
Fríggjadagin 7. mars
HB - B68 3-2
Vit tosaðu við Teit Matras Gestsson í steðginum í Gundadali í kvøld. Hoyr samrøðuna (2.48) ovast.
Sí eisini: Tað helt heim hjá HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald