Tað verður ein teoretikari við góðum pedagogiskum evnum, sum verður nýggjur venjari hjá føroyska A-landsliðnum fyri menn.
- Eg arbeiði nógv við at analysera, greina fótbóltsdystir. Eg arbeiði við hagtølum, eitt nú fyri at kunna seta málsetningar fyri ávísar partar av spælinum, til dømis fyri avleveringar og hvussu leingi vit hava bóltin.
- Og so fái eg eisini at vita, at eg havi góð pedagogisk evni. Havi eginleika at vera greiður í mínum boðskapi.
- Eg fari ikki at lova úrslit nú. Um ein lovar úrslit, so hevur ein ikki skil fyri, hvat ítrótt er fyri nakað.
Millum annað soleiðis segði nýggi føroyski landsliðsvenjarin, 59 ára gamli sviin Håkan Ericsson, tá hann varð kunngjørdur á tíðindafundi á Tórsvølli á middegi. Hann hevur skrivað avtalu við Fótbóltssamband Føroya, galdandi í fýra ár.
Royndir hansara stava mest frá tíðini sum venjari fyri svenska U21 landsliðið í tíðarskeiðinum frá 2011 til 2017. Hann megnaði at byggja eitt sterkt landslið upp, sum fór so langt sum at vinna Evropameistarakappingina fyri U21 lið, sum varð spæld í Kekkia í 2015.
Håkan Ericsson verður búgvandi í Stockholm, har hann hevur familju sína, men í avtaluni við Fótbóltssambandið liggur, at hann skal vera eitt ávíst tal av døgum í Føroyum í sambandi við starvið.
- Eg fekk eitt gott inntrykk av organisasjónini, tá eg Virgar Hvidbro, Kristin Dam Ziska og Pætur Smith komu til Svøríkis at tosa við meg. Eg havi varhugan av, at FSF er væl skipað, segði nýggi landsliðsvenjarin, sum enn ikki hevur tikið støðu til hvør skal vera hjálparvenjari. Heldur ikki um hann skal vera føroyingur ella útlendingur.
Håkan Ericsson fær eisini ein størri stap at arbeiða saman við enn Lars Olsen hevur havt.
Christian Andreassen, FSF-forseti, kunngjørdi á tíðindafundinum í dag, at ætlanin er at víðka um starvsfólkini, sum arbeiða rundan um A-landsliðið.
Starvið sum føroyskur landsliðsvenjari varð ongantíð lýst leyst, og Håkan Ericsson hevur tí ikki søkt starvið.
Hann varð biðin og segði ja beinanvegin.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í fótbóltssambandinum, upplýsti á tíðindafundinum í dag, at FSF kendi til Håkan og tað, sum hann hevur avrikað við svenska U21-landsliðnum. FSF ráðførdi seg við fólk sum kendu hann, og boðskapurin var, at Håkan Ericsson er júst tann rætti maðurin at føra føroyska landsliðið longur fram á leið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald