Føroyska A-landsliðið hjá monnum er í Finnlandi í vikuskiftinum, og fyrrapartin varð seinni venjingardysturin ímóti finska landsliðnum leiktur.
Í gjár taptu Føroyar 29-25; í dag skoraðu føroyingar aftur 25 mál, men munurin var minkaður niður í tvey.
Tað leikaði javnt á í 1. hálvleiki, men finnar trektu frá ímóti endanum, og í steðginum var støðan 15-12 til Finnland. Føroyingar komu ongantíð uppá javnt aftur. Í 2. hálvleiki gjørdi føroyska liðið nakrar tekniskar villur og fekk nakrar útvísingar, ið kostaðu.
Heimasíðan hjá HSF skrivar, at sum heild var hetta ein betri leiktur dystur enn í gjár.
Føroyska liðið hevur nú fingið nakrar venjingar saman og tveir góðar venjngadystir í beinini. Seinni í mánaðinum bíða tvær væl størri uppgávur; Makedónia og Danmark í EM-undankappingini.
Peter Krogh gjørdist aftur føroyskur toppskjútti; eins og í gjár við 7 málum.
Hinir føroysku málskjúttarnir: Fríði Weyhe og Jónas G. Djurhuus 4, Rókur Akralíð, Rói Berg Hansen og Vilhelm Poulsen 2, Brandur Halgirson, Hans Eli Sigurbjørnsson, Helgi Hoydal og Vilhelm Vilhelmsen 1
Eins og í gjár spældu Kjartan Johansen og Rógvi Dal-Christiansen ikki. Báðir hava smáskaðar at dragast við.
Hondbóltur
Tepurt tap í seinna venjingardystinum
Føroyar taptu hesaferð við tveimum málum ímóti Finnlandi.
2018-10-07 12:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald