Annað

Ternan aftur á ovastu rók komandi kappingarár

Flogbóltsfelagið Ternan verður aftur at síggja í meistaradeildini hjá monnum – Tað verður Trygvi á Brekkukletti, sum fer at standa á odda fyri mansliðnum.

Mynd: Flogbóltsfelagið Ternan/Facebook

Mynd: Flogbóltsfelagið Ternan/Facebook

2021-03-26 20:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi kappingarár verður flogbóltsfelagið Ternan aftur at síggja í meistaradeildini hjá monnum, boðar felagið frá á Facebook seinnapartin.

Trygvi á Brekkukletti (fyrr Hansen), sum eftirhondini hevur drúgvar royndir, bæði sum leikari og venjari, har hann hevur roynt seg hjá Ternuni, ÍF, Mjølnir og á landsliðnum, kemur komandi ár at standa á odda fyri Ternuni hjá monnum. Aftur at Trygva kemur Arthur Højgaard til Ternuna sum hjálparvenjari.

Seinast felagið var í meistaradeildini var í kappingarárinum 2016-17, tá eisini við Trygva á odda.

Líka síðani Ternan sá dagsins ljós 2009, hevur felagið klárað seg væl í yngru deildunum, serstakliga í aldrinum 14-15 ár, bæði hjá dreingjum og gentum. Eisini í ár hevur hilnast væl, har dreingir 15 vunnu silvur í steypakappingini, umframt at teir eru komnir í finaluni í FM kappingini. Síðani skulu Gentur 14 ár í Bólki 2, eisini leika FM finalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder