Annað

Ternan flýgur høgt

Steypakappingin, kvinnur - bólkur 2: Dráttur - Ternan 2-3 (25-19, 21-25, 18-25, 25-18, 11-15).

Ternan vann 3-2 á Drátti leygardagin

Ternan vann 3-2 á Drátti leygardagin

2023-01-15 10:17 Author image
Innsent
placeholder

Eftir sigur á Drátti í spennandi fimmsettara á Giljanesi leygardagin nærkast Ternan av álvara hálvfinaluplássinum í steypakappingin, men spurningurin er, hvussu stóran týdning tað fær, at Ternan bert fekk tvey stig fyri dystin, heldur enn trý.

Men tað var heimaliðið Dráttur, sum legði best fyri við at vinna fyrsta settið 25-19, men Ternan javnaði og legði seg framum við at vinna annað og triðja sett 25-21 og 25-18.

Ternan legði eisini bragdliga fyri í fjórða setti og legði seg á odda 3-0 eftir tríggjar servur frá Birgit Guttesen. Men Dráttur spældi fyri æruni og bardi seg inn í dystin aftur og legði seg á odda 14-8 – ikki slagkraftini hjá Annu Sunadóttir Hansen fyri at takka. Trygga leiðslan svann svann tó burtur í einki, og Ternan javnaði til 15-15. Men so misti Ternan aftur flogið og Dráttur dró frá aftur og vann 25-18.

Lagnan hjá Teruni í steypakappingini lá nú í úrslitinum á javnbrótaranum: Tapti ternan, so var hálvfinalan rokin, men vann Ternan, so hevði hon góð kort á hondini – ella skulu vit siga veingjunum?

Og her stóð á gomlum nøglum og liðini fylgdust stig fyri stig til 9-9, tá Ternan vann seg tvey avgerandi stig framum, og seinasta blokkin vann Sofía Purkhús Splidt, so Ternan vann javnbrótaran 15-11.

Støðan í bólkinum er nú tann, at Ternan og Mjølnir liggja púra jøvn við 4 stígum og pluss tvey í settmuni. Bæði liðini hava ein dyst eftir ímóti oddaliðnum í landskappingini, SÍ. Verður støðan óbroytt millum Ternuna og Drátt eftir teir dystirnar, so tekur Ternan hálvfinaluplássið, tí Ternan vann dystin ímóti Mjølni fyrr í kappingini.

Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar á stóra hálvfinaludegnum í Klakvík 18. februar.

Í dag kl. 14 spæla KÍF og TB avgerandi dyst í hinum bólkinum. Dysturin verður stroymdur í Televarpinum á sg.tv.fo/ras


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder