Fótbóltur

Tey elstu av teimum ungu skulu í eldin á Tórsvølli í kvøld

Tvær steypafinalur eru leiktar. Sjálvt finaluvikuskifti hjá FSF fer í gongd í kvøld, tá Gentur U18 og Dreingir U21 dystast á tjóðarleikvøllinum. Finalurnar verða vístar á kvf.fo.

U21-dreinginir hjá HB kundu lyfta steypið í fjør eftir sigur á EB/Streymi eftir brotssparkskapping. Møgueliki er fyri at endurvinna steypið í kvøld ímóti Skála (Mynd: Sverri Egholm)

U21-dreinginir hjá HB kundu lyfta steypið í fjør eftir sigur á EB/Streymi eftir brotssparkskapping. Møgueliki er fyri at endurvinna steypið í kvøld ímóti Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-20 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani 2012 hevur Tórsvøllur verið karmur um allar steypafinalurnar hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum. Allar finalurnar eru leiktar yvir eitt vikuskiftið, og ætlanin var eisini, at soleiðis skuldi verða aftur í ár.  Men eftir ynski frá U15-dreingjunum hjá Víkingi og U13-gentunum hjá 07 Vestur eru tvær finalur longu avgreiddar. Talan var sum skilst um uttanlandsferðir í báðum førum

Mikudagin í síðstu viku varð finalan um Cadbury steypið leikt í Runavík. Har endurvunnu U15 dreingirnir hjá KÍ steypið eftir sera spennandi finalu. Klaksvíkingar vunnu 4-2 á Víkingi eftir longda leiktíð.

Mikukvølið gjørdist HB fyrsta liðið til at vinna steypakappingina hjá Gentum U13, tá tær í reyðum og svørtum vunnu 4-1 á 07 Vestur. 

[object Object]HB sigraði móti 07 Vestur (Mynd: FSF)


Stóra steypafinaluvikuskiftið byrjar sum vant fríggjakvøld, tá Gentur U18 og Dreingir U21 spæla fríggjadagin. Hetta eru tey elstu liðini í ungdómsdeilini. Í báðum førum er talan um høvuðsstaðarlið, ið skulu royna at endurvinna steypið móti avbjóðara úr Eysturoynni.

Hjá Gentum 18 var B36 greitt omaná í finaluni í fjør móti grannunum úr HB. Flestu av leikarunum hjá B36 eru við aftur í ár, og árstalsfelagið má metast at vera favorittur móti ÍF/Víkingi/B68, ið eisini er uttan Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir og Monu Rasmusdóttir, sum báðar hava verið profilar á liðnum í ár og gjørt um seg í Betrideildini. Tær eru farnar niður á ítrottarskúla og kunnu ikki fáa leikaraloyvi flutt aftur bert til hendan dystin, uttan at tær missa loyvi at spæla í Danmark komandi tíðina. Seinast liðini hittust var 24. august - tá vann B36 2-0. Í hálvfinalunum bastu liðini ávíkavist KÍ og EBS/Skála.

[object Object]
ÍF/Vík/B68 skal royna at taka Mótasteypið frá B36.

Eftir finaluna hjá U18 eru tað ungu mennininir hjá HB og Skála, ið eiga tørn. HB spældi seg aftur í finaluna við teprum sigri á NSÍ og liggur á 2. plássi í A-bólkinum. Skála er greitt oddalið í B-bólkinum, og liðið hjá Ólavi Mikkelsen vann á AB í hálvfinaluni eftir brotssparkskapping. Teir appelsinlittu eru rárir gestir í steypafinaluni og eru "underdogs" í kvøld, men skulu royna at syrgja fyri, at HB ikki endurvinnur steypið.  

[object Object]
Í fjør var Pætur Petersen eyðsýndir á EB/Streyma-liðnum, ið gav HB skarpan gang (Mynd: Sverri Egholm)


Í morgin eru fimm finalur á skránni. Byrjað verður klokkan 10:00, og tað er ikki av fyrrenn áleið 12 tímar seinni. 

FSF upplýsir, at í ár verður tað eisini soleiðis, at allar finalurnar, undantikið Dreingir U13, verða stroymdar beinleiðis á kvf.fo. U13-finalan kann stroymast á fsf.fo. Finalurnar hjá teimum vaksnu kunnu síggjast í Kringvarpinum.

 

Fríggjadagin 20. sepember

Kl. 17:30 Gentur U18: B36 - ÍF/Víkingur/B68
Dómarar: Stephan Petersen, Pætur E. Rasmussen og Nicklas Dam

Kl. 20:00 Dreingir U21: HB - Skála
Dómarar: Aron Sofus Vest, Kristian Gunnar Joensen og Dávid Waag Sjóstein

Stroyming: kvf.fo

Leygardagin 21. september

Kl. 10:00 Dreingir U13: B36 - HB (fsf.fo)
Kl. 11:30 Gentur U15: B36 - KÍ
Kl. 14:00 Dreingir U17: Víkingur - HB
Kl. 16:30 Kvinnur: HB - EBS/Skála
Kl. 19.45 Menn: HB - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder