Í ár er fyrstu ferð, at Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri steypakapping fyri Gentur U13. HB og 07 Vestur høvdu spælt seg í finaluna, ið varð leikt á Tòrsvølli tíðliga í kvøld.
(Myndir: Bjarni Enghamar)
Tað vóru havnargentur, ið vóru omaná. HB var á odda 3-1 í hálvleikinum, og vann tá samanumkom 4-1.
(Myndir: Bjarni Enghamar)
Fríða Magnusardóttir Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB, meðan Maria Dahl Eystberg og Silja Geirsdóttir Eystberg gjørdu hvør sítt. Málið hjá 07 Vestur skoraði Lisa Haraldsen.
(Mynd: Bjarni Enghamar)
Allar myndirnar frá dystinum kunnu síggjast á Facebook-síðuni hjá Fótbóltssambandinum. Allur dysturin kann síggjast her:
Talan var um steypafinalu nummar tvey av níggju. Tann fyrsta varð leikt við Løkin í Runavík fyri viku síðani, tá U15 dreingirnir hjá KÍ endurvunnu Cadbury steypið eftir longda leiktíð
Skráin fyri steypafinaluvikuskifti:
Fríggjadagin 20. september
Kl. 17:30 B36 – ÍF/Víkingur/B68 (Gentur U18 / Mótasteypið)
Kl. 20:00 HB – Skála (U21 / Intersport Steypið)
Leygardagin 21. september
Kl. 10:00 B36 – HB (Dreingir U13 / Solar Steypið)
Kl. 11:30 B36 – KÍ (Gentur U15 / Eilif Arge Steypið)
Kl. 14:00 Víkingur – HB (Dreingir U17 / Blaðberasteypið)
Kl. 16:30 HB – EBS/Skála (Steypafinalan kvinnur)
Kl. 20:00 Víkingur – HB (Løgmanssteypið)
Kelda: FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald