Fótbóltur

Tey ovaru móti teimum niðari

Mest áhugaverdi dysturin á pappírinum er tann í Sarpugerði.

Víkignur og Skála bresta aftur saman í Sarpugerði í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Víkignur og Skála bresta aftur saman í Sarpugerði í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-02 12:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra av teimum í ovaru hálvu spæla ímóti fýra av liðunum, ið ikki eru í topp-fimm. Í gjár var tað eitt av oddaliðunum, sum spældi móti seks á stigatalvuni. Har var NSÍ omaná, og vann 3-1 á TB. Við sigurinum legði NSÍ seg á odda i Betrideildini.

Støðan í Betrideildini: 
1. NSÍ (28 stig) 
2. KÍ (26 stig)
3. B36 (24 stig) 
4. Víkingur (23 stig) 
5. HB (18 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. AB (4 stig) 
10. ÍF (4 stig) 
 

Í dag: 
Víkingur-Skála
HB-EB/Streymur
ÍF-B36
KÍ - AB

*Allir dystirnir byrja klokkan 15.00 uttan dysturin í Klaksvík, sum byrjar klokkan 15.30

KÍ kann taka oddasessin aftur, um klaksvíkingar liva upp til favorittleiklutin á Norðoyastevnu í dag og vinna á AB á heimavøll. Klaksvikingar vunnu seinast trygt á EB/Streymi og reistu seg harvið eftir vónbroti móti HB. AB hevur tað trupult og skal gera ógvuliga nógv rætt við Djúpumýru, um stig skulu koma við aftur til Argir.

Í Norðragøtu vitjar Skála, ið skal hava stig, og helst vinna, fyri at halda fast í Víkingi og møguleikanum fyri fjórða plássinum. Skálamenn taptu 3-0 í Runavík mánakvøldið og hava seinastu vikurnar tapt móti øllum teimum ovaru liðunum. Tað koyrir væl hjá Víkingi fyri tíðina, og liðið hjá Sámal Erik Hentze kann við sigri í dag halda fast í stríðnum um 1. plássi. Liðini spældu spennandi halvfinalur fyri kortum, og lagt er aftur upp til spennandi dyst í dag.

Havnarfeløgini eru bæði stórfavorittar: B36 í Fuglafirði og HB á heimavølli móti EB/Streymi. Fyri nøkrum vikum síðani vunnu liðini úr Gundadali bæði 3-0 í umvendu uppgerðunum. Talan eru um trý stig, ið skulu koma í hús hjá HB og B36; serliga er trýst á HB, ið tapti í Sarpugerði og manadagin og nú skal hava stig fyri at halda samband til topp-fýra. EB/Streymur hevur trý stig niður til AB og ÍF.

Vit fylgja gongdini á forsíðu okkara, har dagført verður hvørjaferð kemur. Eftir dystirnir taka vit samanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder