Tað hevur ikki verið nógv lív í hjá Liverpool FC hetta flytingarvindeygað. Konstantinos Tsimikas, ein vinstri bakkur úr Grikkalandi, varð í farna mánaði keyptur frá Olympiakos. Síðani hevur friður verið, tó at felagið alt summarið hevur verið sett í samband við Thiago Alcantara.
29-ára gamli spanski miðvallarin hevur seinastu sjey árini spælt í Bayern München. Hann hevur gjørt greitt, at hann ynskir nýggjar avbjóðingar, og tað var meistaraliðið í Premier League, ið var favoritturin at fara avstað við skilagóða og tekniskt ógvuliga dugnaliga leikaranum. Tó sá tað fyrr í mánaðinum út til, at tað gekk ongan veg, og Manchester United varð eisini sett í samband við Thiago.
Thiago hevur verið ein lyklaleikari í Bayern - her eftir Champions League-finalusigurin í Lissabon í farna mánaði (Mynd: EPA)
Í gjár varð tað tó endaliga greitt, at Thiago Alcantara skal spæla við Liverpool. Spaniólin lendi í Manchester, fór síðani til Liverpool til læknakanning og skrivaði har undir ein fýra-ára sáttmála. Keypsprísurin er í fyrstu syftu 20 milliónir pund, og so verða fimm milliónir allarhelst lagdar afturat. Hetta er lítið og lætt fyri ein leikara av slíkari góðsku í dagsins marknaði.
Diego Jota til læknakanning í dag
23-ára gamli áloypskendi leikarin hevur seinastu árini gjørt um seg í Wolves, og Diego Jota fer nú at skifta til Liverpool. Hann fekk fyri kortum sínu fyrstu landsliðsmál fyri Portugal og við sínum ágangandi og orkuríka leikhátt hóskar hann helst væl til Liverpool. Keypsprísurin verður sambært Sky Sports 45 milliónir pund, og Ki Jana Hoever fer hinvegin. Læknakanningin verður á Melwood í dag, skrivar Sky Sports.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald