Aalborg Håndbold setti Elias og teir so dyggiliga uppá pláss í Kiel í gjárkvøldið.
Liðini brustu saman í Champions League-dysti, og tað var lítið sum riggaði hjá heimaliðnum.
Í Aalborg-málinum var tað danski landsliðsmálverjin Niklas Landin, sum ferð eftir ferð bjargaði, og í steðginum var 11-6 til útliðið.
Kiel hevði mist vónina í seinna hálvleiki, og tað gjørdist eitt veruligt skrædl, sum endaði 27-18 til Aalborg Håndbold.
Føroyski spælskiparin hjá Kiel, Elias Ellefsen á Skipagøtu, fekk nærum onga spælitíð. Hann brendi tey trý skotini, hann hevði upp á mál.
Elias Ellefsen á Skipagøtu (Savnsmynd)
THW Kiel er framvegis fremst í bólkaspælinum og hevur tíggju stig eftir sjey dystir. Aalborg Håndbold hevur nú níggju stig.
Liðini hittast longu aftur 22. november.
Samandráttur av dystinum sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald