Ein dystur í SMS-deildini og ein dystur í Burn-deildini vórðu leiktir í gjárkvøldið. Tað vóru vestmenningar, ið vitjaðu Kyndil, og í báðum dystunum var munurin tíggju mál.
Kyndilskvinnur fingu skjótt eina greiða leiðslu, og útiliðið skoraði bert fimm ferðir í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki gekk betri hjá VÍF, men veruligur spenningur var ongantíð í dystinum, hóast Agnas Olsen gjørdi sítt við at skora. Kyndil hevur lagt frá landi við tveimum tryggum sigrum og er oddalið í kappingini.
Bára K. Hansen - her í stórsteypadystinum - gjørdist toppskjútti hjá Kyndli (Mynd: Jens Kr. Vang)
Menninir hjá VÍF eru á odda í Burn-deildini. Tað er greitt, eftir at teir í gulum og bláum vunnu 28-18 í klassikaranum. Heimaliðið hevði trupult við at skora mál fyrstu 20 minuttirnar, og VÍF var við yvirlutan allan vegin og hevur nú vunnið sínar fyrstu tveir dystir.
SMS-deildin 2. umfar
17/9 - Høllin á Hálsi
Kyndil - VÍF 27-17 (14-5)
Toppskjúttar: Bára Krossteig Hansen 5 mál, Agnas Olsen 10 mál
Støðan
Kyndil 4 stig - 2 dystir
Neistin 2 stig - 1 dyst
H71 2 stig - 1 dyst
VÍF 2 stig - 2 dystir
VB 0 stig - 1 dyst
StÍF 0 stig - 2 dystir
Stjørnan 0 stig - 1 dyst
Sunnudagin 20 september:
14.00: Neistin - StÍF
15.00: Stjørnan - H71
VB - Kyndil
Burn-deildin 2. umfar
17/9 - Høllin á Hálsi
Kyndil - VÍF 18-28 (7-15)
Toppskjútti: Filip Jojic 7 mál
Støðan
VÍF 4 stig - 2 dystir
H71 2 stig - 1 dyst
Team Klaksvík VÍF 2 stig - 2 dystir
Neistin 2 stig - 1 dyst
Kyndil 2 stig - 2 dystir
KÍF 0 stig - 2 dystir
StÍF 0 stig - 2 dystir
Les eisini: Team Klaksvík vann fyri fyrstu ferð í yvir eitt ár
Sunnudagin 20 september:
16.00: Neistin - StÍF
KÍF - Kyndil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald