Hondbóltur

Tíggju-máls sigur í Vestmanna

Føroyar vunnu aftur sannførandi á Grønlandi.

Føroyingarnir vóru aftur omaná ímóti grønlendingunum og Inga Olsen í dag
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyingarnir vóru aftur omaná ímóti grønlendingunum og Inga Olsen í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-13 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Grønland leiktu aftur venjingardyst í dag. Hesaferð var tað í Vestmanna, har Ingi Olsen sostatt var á heimavølli.

Dysturin varð leiktur bert eitt lítið samdøgur eftir dystin á Hálsi í gjárkvøldið, og hetta merktist í ein mun: Leikferðin var ikki so høg, góðskan í serliga álopsspælinum var ikki tann besta og teksnisku feilirnir  vóru heldur nógvir. Tað komu ellivu mál færri enn í gjár, men hetta gjørdist tó ein fínur venjingardystur fyri føroyska liðið, ið Sonni Larsen og føroyska liðið kunnu brúka til nakað. Serliga verjuparturin eydnaðist væl.

Aftur í dag vóru Føroyar væl sterkari og trektu av álvara ímóti endanum í 1. hálvleiki. Í steðginum var munurin sjey mál, og Grønland kom ikki tættari uppá í 2. hálvleiki. Tað vóru 12 ymiskir málskjúttar hjár Føroyum; toppskjútti var Allan Norðberg við fimm málum. 

Føroyska liðið sær nú fram ímóti dystunum móti Ukreina í EM-undankappingini í apríl.

Føroyar - Grønland 29-19 (17-10)



Sí eisini myndir frá dystinum

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder