
Tíðliga gjáramorgunin kom eldur í á Ninho de Urubu, ið er venjingarmiðstøðin hjá brasilienska stórfelagnum Flamengo. Hetta førdi við sær, at tíggju ungdómsleikarar hjá felagnum lótu lív.
Nógvir ungdómsleikarar búgva á nýumvældu miðstøðini, og teir lóu allarhelst og svóvu, tá eldurin birtist. Ikki allir megnaðu at koma út, tíggju doyðu og í minsta lagi tríggir aðrir komu til skaða.
Talan var um tannáringadreingir; í aldrinum 14 til 16 ár. Líkini eru eyðmerkt, men tað er ikki heilt vist, hví eldur kom í .
Deyðsføllini hava skelkað, og fleiri stór nøvn í fótbótsheiminum hava víst samkenslu á sosialu miðlunum. Millum annað stóra brasliienska stjørnan, Neymar og talentið Vinicius Junior, ið varð seldur úr Flamengo til Real Madrid seinasta summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald