Hondbóltur

Tíggjundi sigur á rað hjá Paula og teimum

Team Sydhavsøerne vendi dystinum móti HC Odense í evstu løtu og er nú á 4. pláss - Aarhus HC bjóðar eisini av um play-off plássini til uppflyting.

Nógv ábyrgd á Paula Mittún í álopsspælinum nú, og 21-ára gamli hoyvíkingurin tekur av og vísir vegin. Aftur í gjár hálaði TSØ tvey stig í land (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv ábyrgd á Paula Mittún í álopsspælinum nú, og 21-ára gamli hoyvíkingurin tekur av og vísir vegin. Aftur í gjár hálaði TSØ tvey stig í land (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-21 08:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir útsettir dystir í næstbestu donsku mansdeildini vóru á skránni í gjárkvøldið. Í báðum dystunum vóru føroyskir landsliðsspælarar í eldinum.

Tað er nærum so, at tað er eldur í Paula Mittún og liðið hansara. Fríggjakvøldið endaði tað við sigri í føroyingauppgerðini móti FIF á Frederiksberg, og í gjár gjørdist talan um tíggjunda sigurin á rað hjá Team Sydhavsøerne (TSØ), tá Odense HC vitjaði.

Talan var leingi um ein tættan og spennandi dyst, og í steðginum var púra javnt (18-18). Tá átta minuttir vóru eftir, var tó pluss 3 til útiliðið og nógv stóð á hjá skerda Sydhavsøerne. Heimaliðið gjørdi tó bart: Verja og málverja vóru stinn, mistøk hjá útiliðnum vórðu revsaði og 7 ímóti 6 við Paula sum skipara eydnaðist væl.

Í seinasta minutti legði liðið av Lollandi seg á odda 34-33. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og harvið er TSØ nú á 4. pláss í 1. Division. Liðið hevur eisini spælt ein dyst færri enn fleiri av liðunum rundanum seg.

Pauli Mittún hevur verið ein lyklaspælari í góðu gongdini. Í gjár skoraði 21-ára gamlo hoyvíkingurin tey flestu av sínum málum tíðliga í dystinum. Í 2. hálvleiki var tað mest við uppleggum og tí at stýra ferðini og spælinum sum heild, at Pauli gjørdi mun. Hann skoraði seks mál í týdningarmikla sigrinum á Odense - nøkur hagtøl síggjast her. Í vikuskiftinum tekur TSØ móti oddaliðnum HC Midtjylland.

[object Object]

Skíggjamynd: hbold.dk

[object Object]Liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peteri Krogh sigraði í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Botnliðið Køge, við havnarmanninum Julian Kragesteen í hópinum, vitjaði í Aarhus. Har tóku Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh ímóti. Landsliðsmiðverjan og heimaliðið høvdu ikki stórvegis trupulleikar við at basa Køge. Tað endaði 31-20 til Aarhus, ið roynir at koma í topp-trý.

Teis skeyt tvey mál í sigrinum, meðan Julian Kragesteen skoraði eitt mál fyri Køge.

Aarhus HC er á 6. plássi og fimm stig frá 3. plássinum. Liðið fer at vera favorittur í sínum næstu fýra dystum og skal hava nakrar sigrar fyri at íhvussu er bjóðað av heilt til endans. Aarhus spælir longu aftur fríggjakvøldið - tá vitjar Odder. 

1. division, 20. umfar
Í gjár, mikudagin 20. februar

Team Sydhavsøerne - HC Odense 34-33 (18-18)
Pauli Mittún 6 mál

Aarhus HC - Køge Håndbold 31-20 (15-11)
Teis Horn Rasmussen 2 mál
Julian Jónsson Kragesteen 1 mál

Fríggjakvøldið klokkan 18.30 spæla HØJ (Pauli Jacobsen og Rói Berg Hansen) móti FIF (Leivur Mortensen, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Janus Dam Djurhuus) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder