Fyrsta deildin í Nations League, ið varð trekt, var deild D. Har vóru Føroyar í ovara seedingslagnum, og endaðu við at fáa Malta og Andorra úr niðara seedingslagnum.
Malta vóru Føroyar í bólki við í Nations League í 2018 og í farnu EM-undankapping. Í báðum førum eydnaðist tað at vinna heimadystin, men ikki á Ta Qali. Andorra vóru Føroyar í bólki saman við í undankappingini til EM 2018. Tað endaði við málleysum javnleiki á útivølli, men á Tórsvølli tryggjaði Gilli Rólantsson Føroyum trý stig.
Lettland, ið Føroyar vunnu í Riga í oktober 2016 (í somu undankapping sum móti Andorra) eru á pappírinum sterkasta mótsstøðuliðið, ið Føroyar skulu upp ímóti í heyst.
Viðmerkarar hjá donsku Kanal 5 mettu, at Føroyar hava góðan møguleika at vinna bólkin.
Dystirnir skulu spælast í september, oktober og november. Meira seinni.
Deild D:
Bólkur 1: Malta, Andorra, Lettland, Føroyar
Bólkur 2: San Marino, Liktinstein og Gibraltar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald