Hondbóltur

Til ber at síggja dystirnar hjá Maritu og Óla í kvøld

Marita Mortensen og hinar hjá HØJ taka ímóti Team Esbjerg klokkan 17.30, og klokkan 19.30 spæla Óli Mittún og GOG útidyst móti HØJ. Dystirnir síggjast á TV2 Sport og TV2 Play - nógvir føroyingar skulu í eldin í kvøld.

Óli Mittún og GOG spæla í kvøld fyrsta dystin eftir EM-endaspælið (Mynd: EPA)

Óli Mittún og GOG spæla í kvøld fyrsta dystin eftir EM-endaspælið (Mynd: EPA)

2026-02-04 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í bestu donsku kvinnudeildini og ein dystur í bestu mansdeildini verða spældir í kvøld, og føroyingar eru íblandaðir í øllum. 

Kvindeligaen
17.30: Høj Elite - Team Esbjerg (TV2 Sport/TV2 Play)
Marita Mortensen og liðfelagarnir taka ímóti oddaliðnum í sjónvarpsdysti

17.30: Ikast Håndbold - Horsens Håndbold Elite 
Liðið, sum Claus Mogensen er venjari hjá, tekur ímóti Mariu Pálsdóttir Nólsoy og HH Elite

18.00: Viborg - Sønderjyske
Jana Mittún og hinar eru favorittar í hesum heimadystinum

Støðan í deildini

Herreligaen
19.30: Høj Elite - GOG (TV2 Sport/TV2 Play)
Óli Mittún skal í gongd aftur eftir EM-endaspælið

Sí støðuna her

Dystirni hjá Maritu Mortensen og Óla Mittún síggjast á TV2 Sport, sum Televarpið millum annað hevur, og TV Play.

[object Object]Marita Mortensen og HØJ hava ógvuliga truplan dyst í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder