Fótbóltur

Til ber at stroyma dystirnar hjá NSÍ og KÍ

Hetta fyri eitt gjald - leinkjur síggjast her. NSÍ spælir í Helsinki klokkan 17, og KÍ spælir í Klaksvík klokkan 19.45. Bæði føroysku liðini skulu gera arbeiði liðugt móti finsku feløgunum.

NSÍ vann 4-0 á finska stórfelagnum HJK Helsinki síðsta hóskvøld við Djúpumýru. Í kvøld skal NSÍ gera arbeiði liðugt í Finnlandi, meðan KÍ skal gera tað í Klaksvík (Mynd: Sverrri Egholm)

NSÍ vann 4-0 á finska stórfelagnum HJK Helsinki síðsta hóskvøld við Djúpumýru. Í kvøld skal NSÍ gera arbeiði liðugt í Finnlandi, meðan KÍ skal gera tað í Klaksvík (Mynd: Sverrri Egholm)

2025-07-17 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skulu KÍ og NSÍ royna at gera arbeiði liðugt í seinnu dystunum í 1. umfari í Conference League. Bæði eru á odda eftir fyrru dystirnar móti finskari mótstøðu.

Serliga NSÍ hevur gott útgangsstøði (4-0), men teir í gulum skulu spæla á útivølli í eini 25 hitastigum í Helsinki. Tað er tó ikki so slavið og klokkan 19 lokala tíð, sum er klokkan 17 føroyska tíð.

Sí eisini: NSÍ-hópurin fyrireikar seg nú í Helsinki

KÍ (2-1) kann avgerða tað á sínum sterka heimavølli móti SJK. Hesin dysturin byrjar klokkan 19.45.

Sí eisini: 
Samuel Chukwudi: - Finnar eru ovfarnir av hvussu væl føroyingar standa seg
Stórur spenningur undan seinna dystinum í Klaksvík

Til ber at stroyma báðar dystirnar fyri eitt gjald. Tað sær út sum at gjaldið til hvønn einstakan dyst er 20 evrur, sum svarar til 149 krónur,

Dysturin hjá NSÍ kann keypast og stroymast á JalkapalloTV

Dysturin hjá KÍ kann keypast og stroymast á KÍ Varpinum

UEFA Conference League - 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli

17.00: 
HJK - NSÍ (0-4)

Stroyming her

19.45: KÍ - SJK (2-1)

Stroyming her

Til ber at fylgja við beinleiðis ovast á Portalinum. Vit verða eisini til staðar í Klaksvík og hava ymiskt tilfar. FM1 sendir eisini beinleiðis frá dystinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder