Fótbóltur

Samuel: - Finnar eru ovfarnir av hvussu væl føroyingar standa seg

- Eg royni eisini at vísa teimum, hvat Føroyar hava at bjóða. Miðverjin úr Havn skal í morgin spæla í Klaksvík í seinna Conference League-dystinum millum SJK og KÍ.

Samuel Johansen Chukwudi sum HB-spælari í Klaksvík í fjør. Her fegnast hann um eitt mál - hann vónar, at í morgin fer tað at eydnast aftur: - Nú hava vit merkt, hvussu KÍ spælir, og vit fara at gera ymiskt øðrvísi fyri at steðga teimum at spæla sítt spæl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samuel Johansen Chukwudi sum HB-spælari í Klaksvík í fjør. Her fegnast hann um eitt mál - hann vónar, at í morgin fer tað at eydnast aftur: - Nú hava vit merkt, hvussu KÍ spælir, og vit fara at gera ymiskt øðrvísi fyri at steðga teimum at spæla sítt spæl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-16 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið vitjar SJK Seinajoki við Djúpumýru, tá seinni dysturin hjá finska liðnum móti KÍ í 1. umfari í Conference League er á skránni. Eitt, sum er heldur óvanligt við hesum, er, at ein føroyskur spælari er á liðnum hjá útiliðnum.

Samuel Johansen Chukwudi hevur spælt í bestu finsku deildini í 2025, eftir at hann varð seldur úr HB. Miðverjin hevur staðið seg væl, og nú venur hann í Klaksvík.

Undan venjingini fekk Portalurin orðið á 22-ára gamla havnarmannin, sum undir vitjanini hjá SJK er innskrivaður sum gestur á Hotel Brandan. Hann staðfestir, at tað er eitt sindur løgið at vera í Føroyum sum gestur.

- Tað er serligt at vera heima og tosa meira enskt enn føroyskt, men tað er altíð gott at koma heim. Eg royni at vísa teimum, hvat Føroyar hava at bjóða.

[object Object]
Samuel í HJK-búnanum. Liðið kappast í oddinum í Finnlandi, har stigið sum heild er hægri enn í Føroyum 

Tað, at KÍ vann útidystin í Finnland hóskvøldið, og NSÍ sama kvøld hølvaði HJK Helsinki av, hevur vakt ans í Finnlandi - eisini millum liðfelagarnar hjá Samuel.

- Teir eru ovfarnir av, hvussu eitt land við so fáum fólki, kunnu klára seg so væl í liðítrótti.

Samuel Chukwudi og SJK eru aftanfyri eftir fyrra dystin, men føroyingurin er við gott mót undan seinna dystinum hóskvøldið.

- Nú hava vit merkt, hvussu KÍ spælir, og vit fara at gera ymiskt øðrvísi fyri at steðga teimum at spæla sítt spæl. Fyri at koma víðari skulu vit spæla sum stóran part av seinna hálvleiki í Finnlandi, har vit fluttu bóltin skjótt, sum gjørdi tað torført fyri teir.  

Sí eisini: - KÍ spældi bara langar bóltar og dúvaði uppá deyðbóltar

KÍ og SJK spæla í Klaksvík hóskvøldið 17. juli klokkan 19.45. 

Atgongumerki kunnu keypast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder