
- Hetta var eitt sindur sum at spæla móti einum skotskum liði.
Hetta staðfesti venjarin hjá SJK Seinajoki á tíðindafundi eftir heimadystin móti KÍ í Conference League í gjár. Stevie Grieve er sjálvur skoti. 38-ára ára gamli venjarin sigur, at SJK ikki vanliga møtir liðum, sum spæla so beinleiðis og so nógv uppá ta kropsliga.
- Hetta fáa vit ikki í Finnalndi...millum annað tí at dómararnir ikki loysa so nógvum nærdystum. Tað vóru nógvar langar sendingar og høgir bóltar inn í brotsteigin. KÍ spældi millum annað uppá at fáa innkøst og so tveita bóltin inn og skapa støðr harfrá; millum annað eisini at vinna hornaspark burturúr tí.
Venjarin hjá Samuel Johansen Chukwudi var eftir 1-2 ósigurin hjá SJK argur um, at lið hansara letur tvey alt ov løtt mál:
- Tað fyrsta málið hjá teimum kemur eitt gott innlegg frá Frederiksberg (Árna, red) og góðan stútara frá Andreasen (Jákup, red), men vit geva teimum alt ov lætt spæl...málið til 1-2 er eisini eitt vónbrot frá okkara síðu: Tað er bara ein deyðbóltur, sum kemur innfyri.
KÍ'arnir kundu fegnast saman við áskoðarunum í finsku sólini. Hetta var annars ikki tí, at teir spældu serliga væl, heldur finski venjarin (Mynd: skíggjamynd)
Sí og hoyr frá tíðindafundinum - á enskum - ovast ella her
Til ber eisini at síggja allan dystin í gjár á Youtube-síðuni hjá SJK
- Tóku yvir og hava ein góðan møguleika í Føroyum
Venjarin hjá SJK er ikki beinleiðis bergtikin av føroyska oddaliðnum. Hann heldur, at fyrri hálvleikur var nógv merktur av, at hansara menn vóru heldur fjálturstungnir, tí so nógvir ikki eru vanir við evropeiskan fótbólt. Stevie Grieve vísir á, at taktisku broytingarnar í steðginum eydnaðust, og hann heldur, at heimaliðið sat á tí mesta eftir 2. hálvleik:
- Vit vóru langt frá okkara vanliga stigi, og skuldu líka venja okkum við mótstøðuna, dómaralinju og annað. Vit skiftu til tríggjar miðverjar í steðginum, og tað gjørdi mun. Meira tamarhald kom á spælið, vit javna, og eg haldi ikki, at KÍ fær loyst tað ella hevur nakað skot fyrrenn tað verður 1-2.
Við hesum hevur skotski SJK-venjarin góðar vónir til útidystin, hóast hann veit, at KÍ er ógvuliga sterkt á heimavølli. Tað krevst tó, at vit eru í okkara bestu útgávu í meira enn 45 minuttir.
Sí eisini: Fantastiskt føroyskt kvøld í Conference League
Magnus Powell: Nøgdir, men tó
- Kenni meg heitan...
Hetta segði KÍ-venjarin fyrst, tá hann á tíðindafundinum varð spurdur um, hvussu hann hevði tað eftir 2-1 sigurin í Seinajoki. Tað var nakað heitt undir dystinum í Finnlandi.
Magnus Powell smíltist, fekk sær vatn og greiddi frá at KÍ hevði tamarhald á í 1. hálvleiki men misti tað eftir steðgin.
- Teir skiftu leikskipan, til tíggjar miðverjar, og vit skuldu brúka eina løtu til at fáa trýstið at sita aftur. Vit verða "ov opnir" sum lið og hanga ov illa saman eina løtu. Tíbetur fáa vit rættað tað út á 2. hálvleik.
Magnus Powell staðfestir, at tað var heitt at spæla, og at KÍ'arnir høvdu tað torført við at tillaga seg til broytingarnar hjá SJK í steðginum. Síðani kom tó tamarhald á støðuna aftur, og KÍ vann ein góðan útisigur
Høvuðsvenjarin hjá KÍ hevur ikki roynt at tapt ein týðandi dyst í starvinum enn. Powell vísir tó á, at tað er ein trupulleiki, at KÍ ikki verður trýst meira javnan í heimligu kappingina.
- Vit síggja tað í dag, at tá eitt ordiliga gott lið fær tingini at koyra ímóti okkum, so hava vit trupult við at rætta inn. Eg haldi, at tað millum annað kemst av, at vit vinna so at siga allar dystirnar í Føroyum(...) nú er hálvleikur, og vit skulu fyrireika okkum væl til dystin í Føroyum.
Hesin seinni dysturin verður hósdagin 18. juli klokkan 19.45 við Djúpumýru. KÍ hevur nú eitt gott útgangsstøði
Sí og hoyr frá tíðindafundinum - á enskum - ovast ella her. Fyrst tosar Magnus Powell og síðani SJK-venjarin
Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 10. juli, í Seinajoki
SJK Seinäjoki - KÍ 1-2 (0-1)
39' Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg) 0-1
47' Markus Arsalo 1-1
86' Gaston Tellechea (Mads Boe Mikkelsen) 1-2
KÍ 5-4-1(3-4-3): Mark F. Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (90' Deni Pavlovic), Gilli Rólantsson Sørensen (63' Daniel Johansen), Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (77' Mads Boe Mikkelsen) - Páll Andrasson Klettskarð.
Les meira um dystin hjá KÍ her: KÍ kemur aftur úr Finnlandi við frálíkum úrsliti
Til ber eisini at síggja allan dystin í gjár á Youtube-síðuni hjá SJK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald