Hondbóltur

Til ber at stroyma landsdystin í Slovakia

Karin Egholm og Fríði Nolsøe Olsen eru við á dómaraseðlanum ístaðin fyri Brynhild Pálsdóttir og Súna Krossteig Hansen, sum eru skaðadarvaðar. EM-fyrireikingardysturin byrjar klokkan 17 og sæst á live.hsf.fo.

Myndatøka sum partur av EM-fyrireikingunum. Tvær av hesum - nummar 4 (Brynhild) og nummar 10 (Súna) - eru ikki tøkar í dag (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Myndatøka sum partur av EM-fyrireikingunum. Tvær av hesum - nummar 4 (Brynhild) og nummar 10 (Súna) - eru ikki tøkar í dag (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2024-09-27 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Venjingardystir hava altíð sum endamál, at vit fáa nakrar spæliminuttir saman, ið vónandi gevur okkum nakað í mun til samanspælið. Tað eru jú fáar, ið spæla saman dagliga. Harumframt fara vit eisini at brúka dystin móti Slovakia til at síggja eitt sindur, hvar vit eru í mun til hini liðini. Slovakia skal jú eisini til EM, og tí kunnu vit samanbera.

Soleiðis segði Brynja Høj við Portalin, tá vit tosaðu við hana í gjár. Strikuspælarin og miðverjin kom saman við hinum til Slovakia eftir langa ferðing í gjárkvøldið.

Sí eisini: Brynja: - Kunnu síggja hvar vit eru i mun til hini liðini

Har skal føroyska kvinnulandsliðið spæla tveir venjingardystir, sum eru umráðandi fyrireiking til EM-endaspælið í vetur.

Annar er í dag, fríggjadag klokkan 17. og hin seinni í morgin, leygardagin, klokkan 14 føroyska tíð.

Hondbóltssambandið boðar frá, at dysturin í dag kann stroymast á live.hsf.fo, og kemur kunning viðvíkjandi seinna dystinum seinni.

Tvær broytingar eru í føroyska hópinum, skrivar HSF esiini. Brynhild Pálsdóttir hevur ein skaða at dragast við, og sum Portalurin skrivaði í morgun, so var Súna Krossteig Hansen óheppin og beklaði undir venjing mikudagin.

Sí eisini: Súna er ikki við í Slovakia

Í teirra stað eru komnar Karin Egholm og Fríði Nolsøe Olsen, sum báðar eisini hava verið við til venjingarnar í vikuni. Hópurin í Slovakia sær sostatt soleiðis út:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Lukka Arge, H71

[object Object]
Myndatøka sum partur av EM-fyrireikingunum. Tvær av hesum - nummar 4 (Brynhild) og nummar 10 (Súna) - eru ikki tøkar í dag (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Venjingardystir/fyrireikingardystir til EM
Í dag, fríggjadagin 27.09
17.00: Slovakia - Føroyar

Stroyming: live.hsf.fo

Í morgin, leygardagin 28.09
14.00: Slovakia - Føroyar

Hondbóltssambandið arbeiðir við stroymingarmøguleikum í morgin eisini - nærri kunning seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder