
Hópurin hjá KÍ er í løtuni í Keypmannahavn, ávegis til Luzern har fyrri dysturin hja liðnum í 2. umfari verður leiktur. Sveisiska liðið er stórfavorittur at vinna hóskvøldið og at koma víðari.
Lutakast var fyri lítlari løtu um, hvussu spælast skal í 3. umfarinum hjá liðum, ið eru byrjaði í Europa League. Fyrr í dag varð greitt, at HB, ið kom umvegis Champions League, skal til Montenegro ella Kýpros, um liðið vinnur seg víðari ímóti norðurírska Linfield.
KÍ var í seinasta bólkinum, og greitt varð at klaksvíkingar helst skulu til Barcelona, um liðið kemur til 3. umfar. Vinnarin av Espanyol - Stjarnan skal spæla ímóti Luzern/KÍ. Íslendska liðið er stórur underdog har, so tað kann henda, at KÍ verður fyrsta føroyska liðið, ið skal spæla ímóti sponskum felagið.
Europa League 3. umfar:
Espanyol / Stjarnan - Luzern / KÍ
Hesir dystirnir verða leiktir 8. og 15. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald