FSF skrivar á heimasíðu sínari, at tey flestu føroysku børnini eru virkin í einum ella fleiri ítróttarfeløgum, og at hetta tískil er ein týdningarmikil partur av uppvøkstri og trivnaði í Føroyum.
30. mars bjóðar Fótbóltssambandið til tiltak, sum er ætlað børnum við tilflytarabakgrund í aldrinum 5-12 ár. Tiltakið er bæði fyri børn, sum longu spæla fótbólt og børn, sum ikki spæla fótbólt eru vælkomin at luttaka.
Tað er møguligt at luttaka í Sandavági, har byrjað verður 10:00 á vøllinum, og á Eiði kl. 15:00 á vøllinum. Fótbóltsvenjingin endar kl. 16:00. Børnini fáa sunkist og frukt eftir venjingina. Tiltøkini eru ókeypis.
Hetta er aðru ferð, at FSF skipar fyri slíkum tiltaki. Les meira um tilmelding og annað her
Fótbóltur
Tiltak fyri børn við tilflytarabakgrund
Seinast í hesum mánaðinum skipar Fótbóltssambandið fyri tiltaki fyri børnum (5-12 ár) við tilflytarabakgrund.
Mynd: FSF
2019-03-12 17:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald