Leygardag seinnapart skrivaði Kappróðrarfelagið Tindur undir sáttmála við John Reid Ziska Jacobsen sum nýggjan venjara fyri róðrarárið 2022.
Í hesum sambandi var ein hugnaløta uttanfyri Báta – og listasavnið, har Tindur bjóðaði kaffi og okkurt søtt afturvið.
Nógvir rógvarar møttu til tiltakið í Tinda-klæðum, og høvi varð eisini at royna venjingarklæðini til komandi kappingarár, sum verða bíløgd skjótast tilber, skrivar Eysturkommuna.
– Tindur fegnast um vaksandi talið av rógvarum og manningum. Í dag eru um 100 limir og 9 manningar, og vónar felagið at fáa onkra manning afturat millum teir eldru rógvararnar.
– Eitt mál, sum nýsetti venjarin, saman við rógvarunum, fara at leggja seg eftir hjá øllum manningunum í felagnum komandi kappingarár, er at leggja seg eftir góðum úrslitum og einum góðum áralagi, skrivar felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald