Annað

Tólvti FM-umdysturin í hálva øld

Seinnapartin skulu Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kappast um FM-heitið.

Tað endaði við remis, tá Høgni Egilstoft Nielsen (vm) og Martin Poulsen (hm) møttust í fyrsta umfari í FM-kappingini í Klaksvík á páskum. Seinnapartin møtast teir aftur at glímast um FM-heitið 2021.

Tað endaði við remis, tá Høgni Egilstoft Nielsen (vm) og Martin Poulsen (hm) møttust í fyrsta umfari í FM-kappingini í Klaksvík á páskum. Seinnapartin møtast teir aftur at glímast um FM-heitið 2021.

2021-04-03 13:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðani farið var undir árligar FM-kappingar fyri einstaklingar í talvi í 1972, er tað við jøvnum millumbili komið fyri, at neyðugt hevur verið við umdysti, tí tveir ella fleiri eru endaðir javnir í oddanum.

Soleiðis er aftur í ár. Tá sjeynda og síðsta umfar í FM-kappingini í Klaksvík var av í gjár, endaðu Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag javnir á fyrsta plássi í Landsliðsbólkinum.

Teir fara tí at telva umdyst um FM-heitið í dag. Byrjað verður klokkan 14.00.

Nógvar hólmgongur

Hyggja vit at yvirlitinum yvir FM-kappingarnar hesar hálvthundrað ferðirnar, ið telvað hevur verið um føroyameistaraheitið, sæst, at umdysturin í dag er tann tólvti í røðini.

Fyrr var umdystur ásettur eftir vanligari mannagongd - t.v.s. at dysturin skuldi avgerast í klassiskari langtelving. Í Føroyum var hetta galdandi til og við ár 2000. Vanliga vóru fýra talv ásett. Endaði dysturin javnur, var telvari , ið hevði betri mótstøðustig í høvuðskappingini, vinnari. Soleiðis var kappingin í 1988, 1996 og 1998 avgjørdar.

Umdystirnir, sum hava verið eftir tað, eru farnir fram eftir tí leisti, sum framvegis er galdandi, t.v.s. kviktelving, í øðrum lagi snartelving og í triðja lagi sudden death ella Armageddon - eitt avgerandi einstakt snartalv.

Tvær ferðir hava tríggir telvarar verið í umdysti. Í 2003 vóru umstøðurnar serstakar. Fleiri sterkir útlendskir telvarar vóru við í víðkaða Landsliðsbólkinum í hesum 80 ára jubileumsári Havnar Telvingarfelags, men føroyingarnir kappaðust sínamillum um FM-heitið innan í sjálvari kappingini. Av fremstu føroyingunum vóru tríggir javnir, av teimum hevði Ólavur Simonsen mest mótstøðustig í høvuðskappingini. Martin Poulsen vann fyrst á Flóvin Tór Næs. Síðani telvaðu Martin og Ólavur. Vann Ólavur, var hann føroyameistari, tí so høvdu mótstøðustigini verið avgerandi. Men Martin vann talvið teirra millum eftir rættiligt drama við fáum sekundum í part hjá báðum til endans.

Í 2005 hevur FM á fyrsta og higartil einasta sinni verið avgjørt við einum Armageddon snartalvi. Carl Eli Samuelsen, sum tá umboðaði Vestmanna Talvfelag, vann ein dramatiskan umdyst móti Martin Poulsen. Bæði kvikdystur og snardystur endaði 1-1, men í Armageddon-talvinum sigraði Carl Eli.

Her sæst yvirlitið yvir undanfarnar FM-finalur – vinnarin settur við feitum stavum.


1976 Luitjen Apol HT – Petur Eli Mikkelsen GT 2½ - 1½


1978 John Jacobsen VT – Símun Absalonsen KTF 2½ - ½


1979 Jens Chr. Hansen TT – Jóan P. Midjord HT 3 - 1


1988 Torkil Nielsen ST - Jens Chr. Hansen TT 2 - 2


1996 Rógvi W. Rasmussen HT – Torkil Nielsen ST 2 - 1


1998 John Rødgaard VT – Heini Olsen KTF 2 - 2


2000 Flóvin Tór Næs HT – John Rødgaard VT & Torbjørn Thomsen KT
1. Flóvin Tór Næs 1½
2. Torbjørn Thomsen 1
3. John Rødgaard ½

2003 Martin Poulsen HT – Flóvin Tór Næs HT & Ólavur Simonsen KTF
1. Martin Poulsen 2
2-3. Ólavur Simonsen 0
2-3. Flóvin Tór Næs 0


2005 Carl Eli N. Samuelsen VT – Martin Poulsen HT 3 - 2


2007 John Rødgaard VT – Martin Poulsen HT 1½ - ½


2020 Høgni Egilstoft Nielsen ST - Luitjen A. Apol HT 3 - 1


FM-umdysturin 2021

Í dag fellur so avgerðin. Skal Høgni Egilstoft Nielsen endurvinna FM-heitið, ella fer Martin Poulsen at ogna sær sítt fimta FM-heiti - og hitt fyrsta síðani 2009?

Telvað verður á Skúlatrøð í Klaksvík. Byrjað verður klokkan 14.00. Umdysturin verður skipaður soleiðis, at fyrst er kviktelving á skránni. Tvey talv - eitt við hvørjum liti. Verður úrslitið 1-1, verður farið undir snartelving. Aftur tvey talv - eitt við hvørjum liti. Stendur framvegis á jøvnum skal finalan um FM-heitið loksins avgerast í einum endaligum Armageddon-talvi.

Her eru reglurnar fyri umdystinum útgreinaðar:


1 Kviktelving
Telvararnir hava 25 minuttir hvør umframt fimm sekund fyri hvønn fluttan leik. Stendur á jøvnum eftir kvikkappingina, verður farið víðari.


2 Snartelving
Telvararnir fáa tríggjar minuttir hvør umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik.


3. Armageddon
Endar snartelvingin eisini jøvn, verður avgerðin at falla í sonevndum Armageddon-talvi. Tá fær hvítur seks minuttir og svartur fimm minuttir. Endar talvið javnt, vinnur telvarin við svarta fólkinum. Lutakast verður um, hvør fær ávikavist hvíta og svarta fólkið.

Unglingarnir telva eisini umdyst í dag. Kappingin stendur millum Rók Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag og Brestir Samuelsen úr Havnar Telvingarfelag.

Til ber at fylgja við beinleiðis leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder